Tað er nógv á skránni í Skálavík í dag

Tað er sandoyarstevna í Skálavík hetta vikuskiftið, og klokkan 14 í dag fer Turið Horn at seta stevnuna. Seinni í kvøld fer Sigurd Lamhauge at halda midnáttarrøðu.

Sandoyarstevna skiftir millum kommunurnar í Sandoynni, og hesaferð er tað Skálavík, sum eigur tørn at skipa fyri og er vertur.

 

Nógv er á skránni í Skálavík, og longu í gjárkvøldið merktist stevnurómur við væl av fólki og fleiri kampingvognum, sum eru komnir til bygdar.

 

Í gjár læt upp málningaframsýning og søla av handaligum vørum í Missiónshúsinum, og hetta tiltak verður endurtikið bæði í dag og í morgin.

 

Seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið var eisini høvi at keypa sær grillaðar búffar, og tivoli læt upp klokkan 18 í gjár.

 

Í gjárkvøldið spældu Frankie og Ási livand tónleik frá klokkan 20 til 01, og klokkan 22 undirhildu RSP. 

 

Dagurin í dag er hin stóri dagurin á sandoyarstevnu í Skálavík.

 

Kafé'in á Mølini letur upp longu á middegi og verður opin til klokkan 22, og klokkan 14 í dag letur øl-og matsøla upp á Keldu.

 

Klokkan 13.50 í dag verður skrúðgonga við Havnar Hornorkestri og luttøku úr B71, og klokkan 14 fer Turið Horn at seta sandoyarstevnu.

 

Á midnátt í kvøld fer Sigurd Lamhauge  at halda midnáttarrøðu, og eftir røðuna verður dansur við Signari í Homrum.

 

Í dag er nógv ymiskt á skránni í Skálavík. Her verður skattajakt fyri børnum klokkan 14.30, og tá letur eisini tivoli upp, sum verður opið til klokkan 20.

 

Klokkan 15 verður høvi at vitja í Skálavíkar kirkju saman við Bjarna Dalsgaard.

 

Seinnapartin í dag fara Angela og Hannibal at undirhalda, og klokkan 17 verður ein túrur niðan á Skálahøvda við Trónda av Trøð Trondesen.

 

Klokkan 18 í dag syngja Danny og Ingi.

 

Í morgin, sunnudagin, letur kafé'in á Mølini upp á middegi, og í tíminum frá klokkan 15 til 20 verður tivoli opið. Øl-og matsøla verður eisini á Keldu sunnudagin, og her verður opið frá kokkan 15 til 20.

 

- Í morgin fer Oasukvartettin at syngja og spæla nakrar sangir fyri okkum í Hvítu kirkju, siga fyrireikararnir av sandoyarstevnu í Skálavík.

 

Lagt verður aftrat, at nú koyrandi er í Sandoynna, verður roknað við nógvum fólki í Skálavík í dag.