Punktum verður seinnapartin sett fyri 13. umfari í bestu fótbóltsdeildini. Fýra dystir vóru í gjár, og klokkan 15 í dag verður fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum, har AB fær vitjan av ÍF. Hetta er triðja ferðin í ár, at fuglfirðingar fara í høvuðsstaðin at spæla fótbólt. Tvær tær fyrstu ferðirnar vóru teir í Gundadali, og tá hilnaðist tað ikki so væl. ÍF tapti 4-1 ímóti HB og 5-1 ímóti B36.
Støðutalvan sigur, at hetta eigur at vera ein tann besti møguleikin hjá AB at vinna ársins fyrsta sigur. AB er aftast, og ÍF er á 8. plássi. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað verið tætt við hjá AB, sum á útivølli hevur tapt 2-1 ímóti favorittunum í B36 og KÍ.
Hjá ÍF eru allir spælararnir tøkir uttan Tóri Nolsøe Olsen, sum er leikbannaður.
Hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann og Ragnar Skála tøkir aftur, eftir at teir seinast vóru leikbannaðir.
Í dag er Tróndur J. á Høvdanum leikbannaður. Rógvi Skála, Filip í Liða og Markus Kryger Lindh eru skaddir. Nicklas Mehl og Thomas Junge eru farnir av landinum.
Tá ið AB 2. apríl var í Fuglafirði, endaði tað við 2-0 heimasigri. Ta ferðina var Hans Jákup Lervig tvífaldur málskjútti.
AB – ÍF: Petur Reinert kl. 15.00
KÍ – TB 1-0 (1-0)
1-0: Óli Eyðsteinsson Poulsen 8.
EB/Streymur – B68 2-0 (2-0)
1-0: Andras Ó. Olsen 19.
2-0: Rógvi Egilstoft 31.
07 Vestur – Víkingur 3-2 (2-1)
0-1: Sølvi Vatnhamar 21.
1-1: Magnus Holm Jacobsen br 43.
2-1: Magnus Holm Jacobsen br 45.
2-2: Finnur Justinussen 60.
3-2: Oddur í Haraldstovu Petersen 71.
HB – B36 1-0 (0-0)
1-0: Mads Borchers 81.
KÍ | 14 | 14 | 0 | 0 | 40 | 7 | 42 |
HB | 14 | 11 | 2 | 1 | 36 | 6 | 35 |
B36 | 14 | 10 | 0 | 4 | 29 | 14 | 30 |
Víkingur | 14 | 6 | 3 | 5 | 28 | 18 | 21 |
07 Vestur | 13 | 6 | 1 | 6 | 22 | 21 | 19 |
EB/Streymur | 13 | 4 | 1 | 8 | 10 | 24 | 13 |
B68 | 13 | 2 | 5 | 6 | 11 | 23 | 11 |
ÍF | 12 | 3 | 0 | 9 | 12 | 26 | 9 |
TB | 13 | 2 | 3 | 8 | 6 | 30 | 9 |
AB | 12 | 0 | 1 | 11 | 3 | 28 | 1 |