Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, við útvarpið í kvøld.
Sum vit skrivaðu her á síðuni fyrr í dag, so er dagsskráin fyri tingfundin í morgin broytt soleiðis, at málið um Suðuroyartunnilin verður á skrá áðrenn málið um at hækka pensjónsaldurin. Tað kann merkja, at málið um Suðuroyartunnilil kann verða samtykt, uttan at málið um at hækka pensjónsaldurin verður samtykt.
Hesi bæði mál eru sambært innanhýsisavtalu í samgonguni knýtt saman. Men meðan Javnaðarflokkurin stilla upp við øllum atkøvðum í báðum málunum, so "sviku" bæði Tjóðveldi og Framsókn, tí har vantaðu tvær atkvøður í hjá báðum pørtum.
Lesið eisini: Í morgin kunnu tingfólk lumpa øvutan veg
Tí eru tað tey sum halda, at Javnaðarflokkurin kann fara at geva aftur av somu skuffu í morgin soleiðis, at málið um at hækka pensjónsaldurin ikki verður samtykt.
Bjørt Samuelsen sigur við Kringvarpið, at tað liggur einki sum so í avgerðini um at broyta raðfylgjuna í tingskránni, men hon heldur tað vera "fair," sum hon tekur til.
Bjørt Samuelsen sigur, at tað er hon einsamøll, sum eigur avgerðina.











