Tað er vár og fyrstu lombini eru komin

Tá teir vóru á várfjalli í Koltri herfyri, varð staðfest, at seyðurin var sera væl fyri

Tað er vár. Tjøldrini eru komin, og lembingartíðin nærkast - ja, tey fyrstu lombini eru longu komin.

 

Tey, sum hava heimaseyð, hava fingið fyrstu lombini, men enn gongur ein tíð, áðrenn ærnar í haganum fara at lemba.

 

- Í góðveðrinum í morgun lembdi henda tvílemban ársins fyrstu lomb.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum - Koltur - fyri nøkrum døgum síðan.

 

Her verður lagt aftrat, at sama ær lembdi eisini tvey lomb tíðliga seinsta ár. 

 

Tá teir vóru á várfjalli í Koltri herfyri, varð staðfest, at seyðurin í oynni er sera væl fyri.

 

- Spennandi verður at síggja, hvussu restin av lembingini fer at ganga, siga tey á Facebook-vanganum, Koltur.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at sambært ætlanini fyri Koltur eru ein partur av seyðinum, sum var í oynni, tikin av.

 

##med2##

 

- Sama ær lembdi eisini tvey lomb tíðliga seinsta ár, verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur