Tað eydnaðist at steðga høgrarákinum

-Tað er at fegnast um, at tveir vinstraflokkar fingu flestar og næstflestar atkvøður, og nú má tjóðveldisflokkurin so eisini vísa í verki, at hann eisini vil vera ein borgan fyri tí samhaldsfasta samfelagnum sigur Hans Pauli Strøm, nývaldur tingmaður fyri javnaðarflokkin í Norðsteymi

Tað eydnaðist javnaðarflokkinum at fáa eykamann valdan í Norðsteymoy. Hans Pauli Strøm varð valdur við umleið 130 atkvøðum. Hann var uppstillaður í Vestmanna.

Hans Pauli Strøm er mest fegin um, at tveir vinstraflokkur fingu ávikavist flestar og næstflestar atkvøður. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann fegin sær hesar báðar flokkarnar í eini samgongu.

Hann er sera fegin um úrslitið hjá javnaðarflokkinum, hóast at flokkurin ikki megnaði at gerast størstur. Hann er annars spentur um, hvussu tjóðveldisflokkurin nú fer at bera seg at.

Høvuðsmálið nú, heldur Hans Pauli Strøm, er at tryggja tað samhaldsfasta samfelagið og vónar hann, at tjóðveldisflokkurin eisini fer at liva upp til tey lyfti hann hevur givið á hesum økinum.

? Nú er møguleiki at taka henda álvarsspurningin upp og hevur tjóðveldisflokkurin so møguleika at vísa, um hann meinar nakað við ta síðuna av sínum politikki.

Hans Pauli Strøm heldur annars, at tað hevur eydnast at steðga tí høgrarákinum, sum verið hevur við eitt nú óskerdum privatiseringum.

? Valúrslitið vísir, at vit hava tikið luftina úr ætlanunum hjá sambandinum og fólkaflokkinum at umskipa og laga samfelagið eftir heilt øðrum prinsippum.

Hóast fólkaflokkurin hevði eitt gott val, so heldur Hans Pauli Strøm ikki, at flokkurin fekk so dygga undirtøku, at hon er ein sigur fyri tí høgraráki, sum flokkurin stendur fyri. -Eg haldi teir eru tiknir við nøsini, nú teir í atkvøðum liggja aftanfyri javnaðarflokkin.

Hann er ómetaliga fegin um, at tað eydnaðist at lyfta javnaðarflokkin framum fólkaflokkin. -Her hugsi eg um undirtøkuna í fólkinum. At valskipanin er so, at summir tingmenn eru bíligari enn aðrir, tað verður so harvið.


Steðga borgarliga rákinum

Hans Pauli Strøm sigur, at ein av orsøkunum til, at hann vildi stilla upp fyri javnaðarflokkin, var tann, at hann vildi vera við til at steðga tí rákinum, sum lá so frammaliga hjá ávísum flokki um, at nú skuldu Føroyar endavendast og skapast skuldi eitt borgarligt fólkaflokssamfelag. Tað heldur hann er punkterað.

Hann heldur ikki, at tað eydnaðist vongunum í valstríðnum, tjóðveldinum og sambandinum at fáa valið bara at snúgva seg um loysing og samband. -Úrslitið hjá javnaðarflokkinum vísir okkum, at ein stórur partur av fólkinum vil tað solidariska samfelagið, og at hetta er ein táttur, sum eigur at liggja sera frammaliga í einum komandi landsstýrissamarbeiði.

Nýggi javnaðartingmaðurin í Norðstreymi heldur, at flokkarnir nú mugu vísa í verki, hvat teir í orðum hava borið fram undan valinum. Og her sipar hann serstakliga til alt almannaøkið, har tað er alneyðugt at gjøgnumføra batar.

? Allir flokkar hava júkað um at betra um korini hjá teimum, sum eru ringast fyri, og her haldi eg, at borðið eigur at fanga.

Hvat viðvíkur hinum stóra spurninginum til valið, tjóðskaparmálinum, heldur Hans Pauli Strøm, at tjóðveldisflokkurin má ásanna, at hann neyvan nakrantíð fer at fáa betri ytri umstøður til at reka eitt valstríð sum hesaferð. Kortini komu teir bara so dánt framum hinar flokkarnar, og tí eigur tjóðveldisflokkurin eisini í tjóðskaparspurninginum at verða innstillaður uppá at ganga við til nakrar neyðsemjur. Eg haldi ikki, at tað skuldi verið so trupult at rokkið eini neyðsemju í tí málinum eisini, soleiðis at tað skuldi borið væl til at gjørt broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.

Hans Pauli Strøm heldur tað er sera umráðandi, at javnaðarflokkurin er við í einum komandi landsstýri, tí flokkurin stendur fyri so grundleggjandi virðum. Hann setir tí sítt álit á, at tjóðveldisflokkurin, sum eisini sigur seg ganga inn fyri tí samhaldsfasta samfelagnum, eisini tekur júst henda partin við arbeiðsskránna hjá eini komandi samgongu, og har vil javnaðarflokkurin verða tann mest náttúrligi samstarvspartnarin.