- Tað frægasta vit hava at bjóða

Á psykiatrisku deild hava tey valt at lata Pensionatið aftur í jólamánaðinum. - Tað er ein spurningur millum pest og kolera, og vit valdu kolera, sigur yvirsjúkrasystirin


- Tað er politiskt og leiðsluliga ein peningaspurningur, tá deildir verða latnar aftur. Hetta er afturvendandi tiltak.

Tað sigur Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkrasystir.

- Ikki tí vit halda tað vera hugaligt at lata Pensionatið aftur.Tað var eitt val millum pest og kolera, og vit valdu kolera, sigur yvirsjúkrasystirin.

- Hvat er at spara í peningi at lata hesa deildina aftur?

- Leystliga hava vit roknað okkum til, at vit spara einar 40.000 - 50.000 krónur. Tað er peningur, sum telur hjá okkum, sum hava alt ov lítlan pening at arbeiða við.

- Er tað ikki óforsvarligt og eisini ómenniskjansligt at koyra hesi fólkini á dyr á jólum?

- Vit kunnu saktast forsvara tað út frá einum fíggjarligum spurningi. Um tað er ómenniskjansligt? Er tað meira menniskjansligt at lata deild fimm aftur t.d., har 14 eldri sinnnissjúk og dement fólk eru?, spyr Vilgerð Astridardóttir.

Hon sigur frá royndunum at spara á einum fíggjarætlan, sum framman undan ikki heldur árið út.

- Í summar lótu vit deild fimm aftur, og í hesyt varð deild eitt, sum er bráðfeingis psykiatriska deildin, latin aftur.

- Tá tað heldur ikki var nóg mikið, gjørdi vit alt vit vóru ment at finna eina loysn at spara meir.

- Vit høvdu valið millum at lata deild trý, sum er lukkaða deildin, har langtíðar- og psykotiskir sjúklingar eru, ella Pensionatið aftur.

- Tí varð avgjørt at nú mátti Pensionatið standa fyri afturlatingini..

- Hvussu kennist tað menniskjansliga at spara á henda hátt?

- Tað er ræðuligt, men vit royna sum frægast at vera menniskjanslig, eitt nú við ikki at lata deild 3 og 5 aftur.

- Eg tori at siga, at út frá okkara umstøðum er alt gjørt fyri at sparingarnar ikki skulu raka meinari enn hægst neyðugt. Trupulleikin er, at vit ikki fáa endarnar at røkka saman, uttan at slík tiltøk verða framd.

- Vit liva í einum landi, við stórari uttanlandsskuld, og politikararnir siga at hall ikki skal vera ?á fíggjarlógini.

- Hóast vit hava roynt at greitt politikarunum frá, hvussu tað ávirkar okkara arbeiði, er støðan tann sama.

- Tí er bert eitt at siga, og tað er, at hetta er tað besta vit kunnu gera fyri tann pening, sum er tøkur, sigur Vilgerð Astridardóttir.