Tað gongur báðar vegir tá KÍ og ÍF spæla

Fótbóltur: Magni á Lakjuni kemur heim at hjálpa fuglfirðingum

FÓTBÓLTUR: Klaksvíkingar fara um Leirvíksfjørð í morgin at vitja fuglfirðingar. ÍF stóð seg undan summarsteðginum betri enn nógv høvdu roknað við, men eftir summarfrítíðina hevur úrtøkan verið so lítil, sum tað ber til at vera.

Og tað eru teir í Fuglafirði sjálvsagt ikki serliga glaðir fyri. Eftir at teir vóru afturkomnir av venjingarlegu í Danmark hildu teir seg vera væl fyri, men gongdin síðani hevur víst, at í fótbólti kanst tú ikki rokna við nøkrum, og nú skal ÍF syrgja fyri at draga frá teimum niðast støddu.

Fuglfirðingar hava allar spælararnar tøkar. Magni á Lakjuni var og hjálpti til, tá ÍF var í Miðvági, og ætlanin hevur í vikuni verið, at hann skuldi koma uppaftur hesa ferð.

Heðin á Lakjuni varð útvístur, tá B71 vitjaði í Klaksvík. Hann fekk tvey gul kort í sama dysti. Men hálvi fuglfirðingurin í Klaksvík kann spæla ímóti ÍF í morgin. Hann hevur unglingaaldur og hevur sitið leikbannið av sær í unglingadysti.

Jan Andreasen hevur verið burturstaddur í vikuni, men hann verður við, og bæði Sørin Petersen og Jan Joensen, sum ikki vóru við ímóti B71, eru tøkir aftur.

Kappingarárið hjá KÍ hevur verið miseydnað, men teir halda tað hava stóran týdning, at tað fer at ganga væl fýra tey síðstu umførini. Málið er framvegis at enda omanfyri miðjuna, og tað er ikki heilt ómøguligt.

Tað var óvantað, tá ÍF fyrr í ár vann 1-0 í Klaksvík. Tvær tær seinastu ferðirnar, liðini hava spælt í Fuglafirði hevur KÍ vunnið 2-1 (í 1994 og 1996). Í 1993 vann ÍF 2-1, í 1989 vunnu teir 1-0, og í 1988 var málríkt. Tá var úrslitið 3-3.