Tað kann forða fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum

Nú fær Ráðið Fyri Ferðslutrygd endiliga sítt fremsta ynskið uppfylt

Myndin er frá eini venjing

Nú fáa vit eina serliga skaðanevnd, sum skal kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur út í æsir.  Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri í ár.

 

Hann sigur, at málið verður lagt fyri landsstýrisfund seinni í hesum mánaðinum. Samstundis sigur hann, at sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd fer hetta at kosta 300.000 krónur um árið, men í ár verður tørvur á eini játtan upp á 200.000 krónur.

 

Her er talan um at seta eina ferðslu-skaðanevnd á stovn, sum minnir um tað, vit kenna frá flogferðsluni, tá ið flogvanlukkur henda.

 

Hetta er eitt mál, sum hevur staðið ovast á ynskilistanum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í minst 20 ár, men tað hevur ongantíð verið politisk undirtøka fyri tí - fyrr enn nú.

 

Endamálið er, at tá ið ein álvarslig ferðsluvanlukka hendur, skal hendan skaðanevndin kanna allar umstøðurnar í sambandi við vanlukkuna, út í æsir.

 

Tá ið vanlukkan er lýst út í æsir, verður ein frágreiðing skrivað um hvørja einstaka vanlukku og har kunnu eisini tilmæli verða um broytingar, sum skulu til fyri at forða fyri, at ein onnur vanlukka hendur.

 

Í Ferðslutrygdaræatlanini stendur, at við eini skaðanevnd fara vit at fáa fulla greiði á, hvørjir trupulleikarnir eru við ferðslutrygdini í Føroyum, og hvussu best fáa fyribyrgt teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum.

 

Tey ásanna, at føroyska samfelagið er so lítið, at tað kann verða eymt at viðgera viðurskifti, sum persónssábyrgd í álvarsligum vanlukkum.

 

Men tey halda kortini, at tað hevur upp aftur størri týdning at vit fáa vitan til vega, sum kann forða fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum í framtíðini.

 

 

 

Myndin er frá eini venjing