Nú fáa vit eina serliga skaðanevnd, sum skal kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur út í æsir. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri í ár. Hann sigur, at málið verður lagt fyri landsstýrisfund seinni í hesum mánaðinum.
Samstundis sigur hann, at sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd fer hetta at kosta 300.000 krónur um árið, men í ár verður tørvur á eini játtan upp á 200.000 krónur.
Her er talan um at seta eina ferðslu-skaðanevnd á stovn, sum minnir um tað, vit kenna frá flogferðsluni, tá ið flogvanlukkur henda.
Hetta er eitt mál, sum hevur staðið ovast á ynskilistanum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í minst 20 ár, men tað hevur ongantíð verið politisk undirtøka fyri tí - fyrr enn nú.
Endamálið er, at tá ið ein álvarslig ferðsluvanlukka hendur, skal hendan skaðanevndin kanna allar umstøðurnar í sambandi við vanlukkuna, út í æsir.
Tá ið vanlukkan er lýst út í æsir, verður ein frágreiðing skrivað um hvørja einstaka vanlukku og har kunnu eisini tilmæli verða um broytingar, sum skulu til fyri at forða fyri, at ein onnur vanlukka hendur.
Í Ferðslutrygdaræatlanini stendur, at við eini skaðanevnd fara vit at fáa fulla greiði á, hvørjir trupulleikarnir eru við ferðslutrygdini í Føroyum, og hvussu best fáa fyribyrgt teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum.
Tey ásanna, at føroyska samfelagið er so lítið, at tað kann verða eymt at viðgera viðurskifti, sum persónssábyrgd í álvarsligum vanlukkum.
Men tey halda kortini, at tað hevur upp aftur størri týdning at vit fáa vitan til vega, sum kann forða fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum í framtíðini.