Annika Olsen, løgtingskvinna, hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, grein 52 fyrispurning um, hvussu tað gongur við at fáa føroyska málið sum formligt rættarmál í Føroya Rætti.
Um svarið er játtandi, so vil hon hava at vita, nær arbeiðið verður liðugt.
øroyskt í Føroya Rætti.
Í viðmerking til fyrispuring vísir hon á, at kjak hevur tikið seg upp í seinastuni eftir, at grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høegh Dam úr Siimut tók orðið á grønlendskum í Fólkatinginum. Við hesum vildi hon vísa á, at Grønland ikki er eitt javnsett land í ríkisfelagsskapinum við egnum máli, mentan og søgu.
– Stríðið fyri føroyska málinum hevur eisini verið langt og drúgt, men enn er langt á mál. Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022 stendur, at virkað verður fyri, at føroyskt verður formligt rættarmál í Føroya Rætti, sigur hon.
Í dag eru rættarskipanin og løgreglan felagsmál. Dómsvald og løgregla eru sera týdningarmiklir stovnar fyri eitt hvørt samfelag.
– Sum ein liður í, at vit arbeiða fram ímóti at fáa rættarskipanina á føroyskar hendur, er ein fyrsta treyt, at tað verður tosað føroyskt í Føroya Rætti, og at føroyskt er formligt mál í Føroya Rætti, sigur løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi.
Hon vísir á, at tað í dag meira enn so kemur fyri, at borgarar mugu tosa danskt í Føroya Rætti, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt.
– Tað eru støður, har ein føroyingur skal greiða frá truplum, eymum og syrgiligum viðurskiftum á donskum. Tað kann til dømis vera at greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á einum øðrum máli enn tínum egna móðurmáli í Føroyum. Hetta kann ganga rættartrygdini hjá okkara borgarum ov nær, sigur Annika Olsen.
Í rættargangslógini stendur púra greitt, at føroyskt er rættarmál í Føroya Rætti, men hóast hetta er er øll kunning og skrivligt samskifti frá ríksimyndugleikunum á donskum.