Tað keðiligasta í 2023 var at missa pápa

- Tað besta í 2023 er, at vit hava verið nógv saman við børnunum og okkara fyrsta ommu-og abbabarni, sigur Harriet Joensen.

- Eg vóni, at familjan fer at hava tað gott og verður frísk. Vóni eisini, at Føroyar verða eitt betri stað fyri øll.

Hvar varð nýggjársaftan hildin?

 

- Dagurin varð hildin í Vági saman við familjuni. Vit byrjaðu við morgunmati í VB-húsinum, har øll bygdin varð boðin. Seinni hugnaðu vit okkum heima við góðum mati. Um kvøldið var bál og fýrverk.

 

Tað sigur Harriet Joensen í Vági, sum er ættað av Nesi.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?

 

- Tað besta í 2023 er, at vit hava verið nógv saman við børnunum og okkara fyrsta ommu-og abbabarni.

 

Hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað keðiligasta var at missa pápa i februar. At koma heim á Nes, og hann ikki er har meira, er trist.

 

##med2##

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg havi ikki nakað serligt nýggjárslyfti. Allan tann seinasta dagin i árinum reflekteri eg um árið, sum er farið. Hesin dagurin hevur stóran týdning fyri meg.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?

 

- Eg vóni fyri 2024, at familjan fer at hava tað gott og verður frísk. Vóni eisini, at Føroyar verða eitt betri stað fyri øll - og til seinast, at vit byrja at borða Suðuroyartunnilin, sigur Harriet Joensen. 

 

- Eg vóni, at familjan fer at hava tað gott og verður frísk. Vóni eisini, at Føroyar verða eitt betri stað fyri øll.

Harriet og maðurin, Erhard Joensen.