Fyrrverandi Andrew prinsur, nú Andrew Mountbatten Windsor, er biðin av amerikansku kongressini um at koma í samrøðu um vinalag hansara við mistonkta kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Tíðindastovan AFP skrivar.
Áheitanin varð almannakunngjørd, eftir at Charles kongur hósdagin strikaði prinsaheitið hjá Andrew.
16 demokratiskir limir í kongressini hava skrivað undir áheitanina, har teir biðja Andrew um at møta í samrøðu við eftirlitsnevndina í tjóðartinginum.
Nevndin kannar brotsverkini hjá Epstein. Hann doyði í 2019, meðan hann var varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava søkt ung gentur til skøkjuvirksemi.
/Ritzau/












