Nú gott og væl 55 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, frá 55 valstøðum, er munurin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi farin at tódna.
Sambandsflokkurin er enn á odda, við 27,8 prosentum, men tað er tó ein afturgongd á heili 5,6 prosentstig.
Javnaðarflokkurin hevur 23,9 prosent, sum er ein framgongd á 2,9 prosentstig.
Tjóðveldi hevur størstu framgongdina higartil, á 4,2 prosentstig, men undirtøkan er tó enn ov lág, einans 21,5 prosent. Í atkvøðum er munurin 316 atkvøður.
Fólkaflokkurin hevur undirtøku frá 18,8 prosentum av fólkinum, sum er ein afturgongd á 1 prosentstig.
Miðflokkurin hevur 2,8 prosent, Framsókn 2,2 prosent, Nýtt Sjálvstýri 1,5 prosent og Uttanflokkalistin 1,4 prosent.