Tað treingir til at verða gjørt - men tey mangla pengar

Tað kostar einar 13 milliónir og tað má Løgtingið játta, sigur landsstýrismaðurin

Hesin vegurin er illa slitin og treingir til ein umgang - men eingin peningur er til endamálið

Fuglafjarðarvegurin, sum er vegurin úr Norðragøtu, inn ígjøgnum Kambsdal til Fuglafjarðar, treingir til at asfalterast. Tað ásannar Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Edvá Jacobsen, løgtingskvinna hevur spurt hann, hvussu verður við hesum vegastrekkinum. Landsstýrismaðurin sigur, at vegurin úr íbindingingini til plenuna í Gøtu, til Fuglafjørð, er umleið 6,5 kilometrar og hann er ein av vegunum, Landsverk heldur eigur at verða asfalteraður. Vegurin varð asfalteraður í 1999 og síðani eru bert smávegis ábøtur gjørdar, men í løtuni verða tey ringastu holini fylt við asfalti.

 

Landsverk mælir til, at vegastrekki við nógvari og tungari ferðslu, eins og Fuglafjarðarvegurin, verða asfalterað fimtanda hvørt ár. Í løtuni verður mett, at tað kostar einar tvær milliónir at asfaltera hvønn kilometur av vegi. Tað merkir, at tað kostar umleið 13 milliónir at asfaltera Fuglafjarðarvegin.

 

Uni Rasmussen sigur, at hann ætlar at virka fyri, at meira verður játtað til at asfaltera hesi næstu árini. Men tað krevur eina politiska semju um at játta meira verður til viðlíkahald -og kanska minni til nýgerð hesi næstu árini.

 

Hesin vegurin er illa slitin og treingir til ein umgang - men eingin peningur er til endamálið