Tað verður eingin dystur á Toftum

Veðrið er ov vánaligt at spæla fótbólt á Svangaskarði í dag

Nú klokkan 17.15 var fyrsta bríksl ásett at vera á Svangaskarði, har HB er gestur hjá B68.

 

Men tað verður eingin dystur á Toftum í dag. Síðsta tíman er vindurin øtlaður so mikið, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt at spæla fótbólt á Svangsakarði.

 

Dómarin hevur gjørt av at útseta dystin. Hann verður kanska spældur ein av fyrstu døgunum, men tað verður nærri at frætta um tað seinni.