Skráin sigur, at KÍ fríggjadagin eigur heimavøll ímóti NSÍ. Nú er tað greitt, at eingin dystur verður í Klaksvík fríggjakvøldið. Orsøkin er tann, at arbeiðið við at skifta graslíki í Klaksvík ikki verður heilt liðugt fríggjadagin.
Tí hevur KÍ heitt á NSÍ um at býta um heimadyst. Tað vil siga, at NSÍ eigur heimavøll nú fríggjakvøldið, og at KÍ fer at eiga heimavøll týsdagin 5. oktober, tá ið skráin annars segði, at dysturin skuldi vera í Runavík.
FSF hevur góðtikið umbýtið at heimavølli.
Fríggjadagin 28. juni
NSÍ – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30.