Tað verður einki skrædl í kvøld

Fótbóltur: Jens Martin Knudsen heldur, at føroysku spælararnir eru betri fyri nú, enn tá teir seinast spældu móti Spania

Tá stríðið var lokið ímóti Spania á Svangaskarði 4. septembur í fjør, var Jens Martin Knudsen rættiliga rísin. Málini skolaðu ígjøgnum síðstu løtuna, og málverjin var ikki í iva um, hvør høvuðsorsøkin var til hetta. Hon var, at ov nógvir av føroysku spælarunum vóru ov illa fyri. Landsliðsmálverjin helt, at venjingarstøðan var ov vánalig hjá fleiri, og harvið var hann á bylgjulongd við liðfelagan hjá sær í GÍ, Janus Rasmussen, sum undan ferðini til Slovakia 23. oktobur í fjør boðaði frá, at hann ikki longur var tøkur á landsliðnum. Hann vildi ikki siga hví, men hann vildi siga, at hann helt, at spælarar, sum ikki í minsta lagið vandu fýra ferðir um vikuna, áttu ikki pláss uppiborið á landsliðnum, og hann vísti samstundis á, at tað vóru teir, sum hava spælt millum 20 og 30 ferðir á landsliðnum, og sum framvegis ikki hava skilt, at tað er neyðugt at venja so nógv.


Fyritreytirnar

eru betri

Við omanfyri standandi í huga er upplagt at spyrja landsliðsmálverjan, um hann framvegis er av tí áskoðan, at fleiri av spælarunum ikki eru í nóg góðari venjing.

Og Jens Martin Knudsen er ikki í iva um, at støðan er betri nú, enn hon var fyri einum góðum ári síðani:

­ Sum heild hava spælararnir verið betri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, og tað kemst av, at tað hevur verið vant meiri í fleiri feløgum í ár, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár. Og harafturat eigur tað, sammett við dystin á heimavølli ímóti Spania, at telja okkum til fyrimunar, at dysturin hesa ferð verður spældur mitt í oktobur í staðin fyri fyrst í septembur. Vit eru akkurát lidnir við landskappingina, og spælararnir eru í fullgóðari venjing. Tað ger, at vit eru betri fyri bæði kropsliga, sinniliga og í bóltførleika, enn vit vóru, tá Spania vitjaði á Svangaskarði, og tað eigur at koma okkum til góða.


Royndirnar telja nógv

Tá vit spyrja Jens Martin Knudsen um, hvussu tað fer at tørna út í kvøld, er hann so avgjørdur, sum hann plagar at vera:

­ Talan verður ikki um nakað stórt skrædl. Vit koma ivaleyst undir stórt trýst fyrstu løtuna, soleiðis sum vit altíð gera, men eg rokni ikki við, at yrkisspælararnir úr Spania fara at leggja í at vinna so ógvuliga nógv.

Og so vísir metmaðurin á, at royndirnar eiga at koma okkara monnum til góða:

­ Helmingurin av teimum átjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum her niðri í Spania, hava spælt fleiri enn fimtan landsdystir. At spælararnir hava so nógvar royndir eigur at hava dyggan førning við sær, og tað eigur aftur at hava við sær, at vit fara ikki niður við høvdinum. Eg havi álit á mær sjálvum og mínum viðspælarum. Vit hava ikki fólk til at grava okkum niður í egnum brotsteigi og sparka burtur. Vit hava spælarar, sum vilja vera við til at mynda dystin, og tað fara vit at royna, hóast mótstøðan er ógvusliga stór, heldur Jens Martin Knudsen.