Boðini vóru, at onkur hevði brotið inn og stolið tveir líkvognar.
Stutt eftir fekk løgreglan eitt tipp um annan líkvognin, men eingi tekin vóru um, at førarin í líkvogninum ætlaði sær at steðga.
Eftir at løgreglan hevði jagstrað bilin í miðbýnum í Drammen, steðgaði bilførarin niðri við havnalagið og rann avstað.
Løgreglan leyp avstað eftir manninum, og tað eydnaðist at handtaka ein 40 ára gamlan mann.
Sambært leiðaranum á jarðarferðartænstuni, Fred Løwe, er hin líkvognurin, sum eisini varð stolin, eisini komin afturíaftur.
Hetta skriva fleiri norskir miðlar í kvøld.











