- Í sambandi við átaluna frá Dátueftirlitinum um álopið frá teldusnikum í september 2024, tekur Klaksvíkar kommuna niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
- Vit síggja álvarsliga uppá málið og hava síðan hendingina sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein líknandi støða ikki endurtekur seg.
Ítøkiligu tiltøkini snúgva seg eitt nú um styrktar mannagongdir, økt eftirlit og arbeiði við nýggjum og betri trygdarskipanum.
Klaksvíkar kommuna er í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um at rætta upp á tey viðurskifti, sum eru ávíst og um at seta í verk neyðugar broytingar.
- Arbeiðið gongur eftir ætlan, og kommunan arbeiðir miðvíst við at tryggja, at krøvini frá Dátueftirlitinum verða fylgd.
Lagt verður aftrat, at Dátueftirlitið hevur álagt kommununi at fáa ávís viðurskifti í rættlag í seinasta lagi hin 1. august 2026.
- Vit arbeiða við hesum máli og meta, at arbeiðið kemur á mál innan ásettu freist.
Í Klaksvíkar kommunu leggja tey dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og arbeiðið við talgildari trygd verður eisini raðfest høgt framyvir.











