Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum Mynd: Álvur Haraldsen

Takið av almennar stuðulsskipanir

Tað darvar búskaparligu menningini í Føroyum, at almennar stuðulsskipanir stuðla framhaldandi rakstri í vinnum, sum geva hall.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreðingin síni.

Búskaparráðið sigur, at Føroyar hava fleiri sløg av slíkum stuðulsskipanum.

– Ein er fiskavirkisskipanin, sum fastheldur fólki í vinnum við lítlum ella ongum avkasti, ið ikki kann bjóða arbeiði alt árið, og sum forðar starvsfólkunum í at fáa sær arbeiði í øðrum vinnum, har tey høvdu kunnað givið eitt størri íkast til búskapin. Minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu ger, at sjálvt um fiskiskapurin ikki ber seg búskaparliga, verður kortini fiskað, sigur Búskaparráðið.

– Tá stovnarnir minka, ger skipanin, at fiskiskapurin heldur fram, og stovnarnir verða fiskaðir enn longur niður. Møguleikin at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so mikið lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning. 

 

##med2##

Búskaparráðið sigur, at sostatt førir skipanin til, at fyritøkur, sum annars møguliga høvdu lagt skipini, tí tey ikki klára at manna tey, nú fáa mannað tey við útlendingum, ið sostatt heldur lív í einum yvirkapasiteti í veiðiliðinum. 

 

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum Mynd: Álvur Haraldsen

Búskaparráðið legði várfrágreiðingina fram í Varpinum í Klaksvík hósdagin Mynd: Álvur Haraldsen