Takið tykkum saman - kommunal-og landspolitikkarar í Vágum

Tíðin er við at ganga undan. Farið til verka politikarar í oynni, heldur í dag enn í morgin. Annars standa vit um skamma stund, sum ryssa yvir deyðum fyli, skrivar Sune Jacobsen

 

Á heimasíðuni hjá Landsverki kunnu áhugað síggja, hvørjar ætlanir stovnurin  hevur fyri landsvegakervið. Henda samferðsluætlan, sum liggur á heimasíðuni hjá stovninum, er fyri tíðarskeiðið 2018-2030.

 

Eftir samferðsluætlanini er ætlanin at gera okkurt munagott við vegastrekkið frá Vágatunlinum til flogvøllin. Eftir umrøddu ætlan er 2026 sett sum árið, har byrjað verður.

 

Fyri at siga tað stutt, so hendir hvørki eitt ella annað, fyrr enn kommunurnar í Vágum eru samdar um, hvørja loysn tær vilja mæla til.

 

Landsverk vísir á hesar møguleikarnar:

* Vatnsoyrartunnil 6 km.

* Sandavágstunnil 3 km.

* Sandavágs- Miðvágstunnil 4 km.

 

* Umkoyringarvegur, Sandavágur/Miðvágur 5,5 km.

 

Í øllum hesum fýra møguleikunum er óneyðugt at koyra ígjøgnum bygt øki. Heldur ikki verður skúlaleiðin hjá næmingum úr Sandavági og Miðvági órógvað.

 

Kostnaðurin fyri ymisku farleiðirnar eru sambært Landsverki hesin:

 

* Vatnsoyrartunnilin er 6 km., og kostnaðurin er mettur til 480 mió. kr.

* Sandavágstunnilin verður 3 km., og kostnaðurin er mettur til 240 mió. kr.

 

* Umkoyringarvegur millum Sandavág og til Grótshústanga í Miðvági er 5,5 km., og kostnaðurin er mettur til 110 mió. kr.

 

Vit eiga at læra av, hvussu fram varð farið, tá Vágatunnilin gjørdist veruleiki. Politisku valfeløgini og Felagskommunan í Vágum tóku hendur saman og drógu eina línu.

 

Sámal  Petur í Grund, táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, eigur størstu æruna av, at ætlanin bar á mál. Semja var um ein leist, har eitt tunnilsgjald saman við landskassastudningi skuldu fíggja verkætlanina.

 

Full semja var ikki um tunnilsgjaldið, men meiriluti var fyri tí, og eg eri sannførdur um, at samdust vit ikki um tunnilsgjaldið, so var eingin Vágatunnil komin.

 

Tíðin hjá okkum her vesturi gongur undan.

 

Tríggjar størri verkætlanir eru á skrá, farleiðin úr Gøtudali og Vestmannatunnilin umframt okkara farleið frá Vágatunlinum til flogvøllin.

 

Politikarar í Vágum mugu taka seg saman og fara til verka.

 

##med2##

 

Undirritað heitti alment fyri meira enn ári síðan á sitandi borgarstjórarnar í Vágum um at taka málið upp. Um teir hava gjørt nakað við tað ella einki, veit eg ikki, men frá teimum er einki komið - í hvussu er ikki alment.

 

Tíðin er við at ganga undan. Farið til verka, politikarar í oynni, heldur í dag enn í morgin. Annars standa vit um skamma stund, sum ryssa yvir deyðum fyli.

 

Sune Jacobsen

Sørvágur