Sri Lanka: Tvær vikur eru longu farnar síðani vit fóru til Sri Lanka, og hetta hava verið 2 strævnar vikur og túrurin var sera langur. Tað tók okkum næstan 3 dagar at ferðast úr Føroyum til Sri Lanka, og lendu vit á har 11. februar um kvøldið. Tað var ein stór umskifting at koma úr Føroyum til Sri Lanka, niður í tann nógva hitan.
Dagin eftir, altso sunnudagin sótu eg og mamma mín so og tosaðu um hvat vit skuldu gera meðan vit vóru har. Vit gjørdu av at fara til eina legu har uml. 50 familjur búgva, fyri at geva teimum nakað av tí, sum tey høvdu brúk fyri og okkurt sum tey høvdu brúk fyri seinni eisini. Vit byrjaðu at seta nøkur ting niður á listan og vit høvdu so fund við Pastor Somanathen, sum er ein langtíðar vinur hjá mær og familjuni. Hann, saman við einari kristnari organisatión í Australia, sum kallast CRC (Christian Revival Crusade) eru eigarar av barnaheiminum "Bethel" sum liggur í Batticaloa á eysturstrondini á Sri Lanka. Vit tosaðu um langtíðar planir, og um, hvussu vit kundu hjálpa børnum, sum vóru rakt av flóðalduni. Vit tosaðu saman næstan hvønn dag fyri at koma til eina góða niðurstøðu.
Vit gjørdu nú av at fara mánadagin tann 14. út at keypa tað, sum vit høvdu brúk fyri at geva hesum familjunum, men leygardagin, t.v.s. dagin eftir at vit komu til Sri Lanka, bleiv eg sjúk. Sunnudagurin kom og eg bleiv bara verri. Eg byrjaði at føla meg kalda og ristist, eg spýði og hevði ringan maga, og eg mátti fara til læknan. Hann segði, at tað var hitin, sum eg ikki toldi, og hann segði at eg skuldi hvíla meg í nakrar dagar, men tað kundi eg ikki, tí vit høvdu planlagt at fara at hjálpa hesum familjum.
Tolin trívst
Mánadagin fóru so eg, foreldur míni og 2 menn úr samkomuni hjá pápa mínum at keypa vørurnar. Eg má bert skoyta uppí, at fer ein at keypa inn til 50 familjur, ja so má ein verða tolin. Tað gekk bara so seint fyri seg og eg bleiv bara verri og verri, men til síðst fingu vit tað sum vit vildu hava, men tað tók eisini 5 tímar at fáa hetta uppá pláss. Vit fóru so heim til foreldur míni og byrjaðu at pakka. Vit vóru 8 fólk sum pakkaðu, og meðan eg ikki fekk gjørt so nógv, so tók Petur yvir.
Hvør pakki hevði eitt virði av uml. 350 kr. og í pakkanum vóru 5 kg. rís, sukur, reyðar linsur, mjøl, te, keks, shampoo, sápa, seingjarteppi, koddi, tallerkar, koppar, tannkrem, turrmjólk, leikur og pengar. Tá vit vóru næstan liðug at pakka, fingu vit so at vita frá Pastor Somanathen, at har, sum vit fóru til næsta dagin, vóru uml. 70 familjur og ikki 50. Tað sum vit so avgjørdu var, at vit fyrst máttu taka tær familjur sum høvdu børn og geva teimum pakkarnar, og gjørdu so av at geva restina av familjunum pengar, sum svaraðu til uml. 350 kr., tað sama sum pakkin kostaði. Eg bleiv bara verri og verri hetta kvøldið, og læknin gav mær strang boð um ikki at fara túrin, men alt var klárt og vit máttu fara, og tað eri eg sera glað fyri.
Planlagt var at fara týsdagin 15. februar kl. 12. Tá vóru vit klár, men eins og tað var at keypa vørurnar, so má tol til. Vit høvdu 3 bussar sum koyrdu, og fóru vit úr Colombo kl. 14.30. Túrurin var sera strævin, tí vegirnir eru sera ringir, og allan vegin eru "check points", har politiið steðgar bilum og kannar bilarnar. Eisini vit vóru steðgað fleiri ferðir, men so skjótt tey sóu Petur, sum er hvítur, ja so lótu teir okkum fara. Vit komu til Batticaloa kl. 23 og vóru innkvarterað á Bethel barnaheimið. Tey vóru sera blíð og høvdu gjørt klárt eina stóra máltíð. Og sjálvt um vit vóru sera troytt av túrinum, so sótu vit og tosaðu við altjóða leiðaran hjá CRC úr Australia, sum var á vitjan á barnaheiminum. Vit tosaðu um langtíðar planirnar av tí "Føroyska projektinum" sum eg skal siga frá niðanfyri.
Eitt veruligt heim
Næsta morgun hugdu vit so runt á barnaheiminum, sum er stýrt sera professionelt. Eg tosaði við børnini, og eg hevði keypt øllum børnunum eina gávu, sum tey fingu áðrenn tey fóru í skúla. Økið var deilt upp í 2, og ein múrur var ímillum, so at dreingir og gentir vóru hvør síni megin. Hetta er mentanin á Sri Lanka at gentir og dreingir ikki búgva saman. Dreingirnir høvdu eitt hús, meðan 2 hús vóru til genturnar. Børnini vóru frá 6 til 16 ára gomul, og vóru tey øll har vegna kríggið. Teirra lívssøgur vóru sera harmiligar, men tey vóru sera glað at vera á heiminum. Tað má sigast at hetta er eitt satt heim tey hava. Hetta er ikki bara 4 veggir sum eru uppi og tak yvir høvdið, men hetta er eitt satt heim tey hava. Alt er so reint og pent. Ikki øll børnini eru foreldraleys, men har mamman ella pápin eru ov sjúk at ansa teimum, ella mamman er handikappað ella annað.
Kl. 9.30 fóru vit so at hyggja at nøkrum av raktu plássunum og tað er óforkláriligt. Tað var bakandi heitt, uml. 38 gradir. Vit gingu úti í sólini saman við fólki sum høvdu verið á staðnum og upplivað alt. Eisini vóru deyðu kropparnir, nógvir av teimum svartir, sum um teir vóru brendir, men hetta var av tí kemiska útlátinum, sum aldan førdi við sær. Allastaðni vóru smáir bunkar av sandi, har hesir deyðu kropparnir vóru jarðaðir. Grøvirnar vóru ikki so frægt sum grivnar nóg djúpar, og allastaðni vóru hvít fløgg, sum søgdu frá at her vóru kroppar brendir. Allastaðni sóu vit klæðir og ting, sum familjurnar áttu, men sum bara lógu og flutu, tí eingin var at taka tað upp. Eg sá eina veggjaklokku sum stóð á 7.40, júst tá flóðaldan rakti tann partin. Tað var sum um vit vóru umringað av deyða, og vit gingu bert runt í tøgn og sjokkerað yvir tað sum var hent. Vit tóku myndir og royndu at fyristilla okkum hvat var hent.
Bjargaður, tí hann fór á møti
Vit hoyrdu nógvar søgur frá hendingini, men tað sum greip hjartað var ein maður sum var við okkum í bussinum og vísti okkum runt. Hann er ein kenningur hjá foreldrum mínum.
Hann segði frá, at henda sunnumorgunin var hann ov troyttur at fara á møti. Hann og konan búðu á bíbliuskúlanum, sum Pastor Somanathen, leiðarin á barnaheiminum, stendur fyri, men konan hjá honum segði at hann mátti vísa seg sum eitt gott dømi fyri hini og at hann tí mátti fara á møti. Møti byrjaði kl. 9 og kl. 9.10 fór hann avstað. 20 min. seinni rakti flóðaldan húsið hjá teimum, sum eisini er ein bíbliuskúli og legði alt totalt í oyði. Hetta var eitt undur, og í øllum hesum ræðuleikanum hoyrdu vit eisini sólskinssøgur. Tá tey sluppu heim aftur til húsið, funnu tey bert eina lítla eskju við smykkunum hjá konuni í, men av tí at herurin var har, so søgdu teir, at tey ikki kundu fáa tað og herurin fór avstað við hesum. Tey høvdu mist alt sum tey áttu og stóðu bert við klæðunum, sum tey vóru í. Hann var so glaður fyri pengarnar, sum føroyingar høvdu hjálpt við. Hann bað meg siga: "Takka føroyingunum at tey hjálptu mær, hóast sum tey ikki kendu meg".
Meðan vit koyrdu vísti hann okkum eitt stað, har hann við berum hondum hevði jarðað 350 menniskju og har 2/3 av teimum vóru smábørn. Hetta er ein fiski bygd so mennirnir vóru úti á sjónum, meðan børn og konur svóvu. Hann var við at jarða kroppar bara onkustaðni, tí teir byrjaðu at rotna og lukta. Tey søgdu, at har vit gingu kundu deyðir kroppar liggja undir, tí dagin fyri at vit komu har høvdu tey funnið restir av deyðum menniskjum. Tað var ræðandi. Meðan vit gingu har fann eg eina lítla t-shirt hjá einum uml. 2 ára gomlum dreingi, sum við vissu var deyður, tí eingin í umráðnum har yvirlivdi. Í hesi stund hugsaði eg um míni børn sum høvdu tað gott, men sum syrgdu og vóru hjartabrotin.
Stríð um koppar
Um middagsleitið komu vit til leirin og tað var ein syrgilig sjón at síggja. Tað var eitt stórt pláss, bert við nøkrum fáum pálmum. Vit fingu møguleikan at koma inn í eitt av teirra sokallaðu heimum sum var opið sum hetta. Nógv børn høvdu ikki so frægt sum undirbuksir at vera í. Tað sum vit vóru mest sjokkerað av var, at hetta var fyrsta hjálpin tey høvdu fingið. Nógvar mammur vóru ikki til staðar, men lótu børnini verða eftir hjá øðrum, tí tey máttu finna mat, antin við at arbeiða fyri matin ella at bidda. Stjórnin hevur enn ikki hjálpt hesum, og tey hava mat til møguliga 2 dagar ísenn, sum tey bidda seg til, annars sita tey bert og bíða eftir at onkur skal koma at hjálpa teimum, tí hetta var lovað teimum. Vit máttu hava loyvi at byrja hetta hjálpararbeiðið, men nú vit høvdu samband við henda felagsskapin, var alt arbeiðið gjørt frammanundan, so at vit ikki noyddust at fylla út ymisk pappír. Vit byrjaðu nú, undir eftirliti at býta út pakkarnar og pengarnar saman við einum lítlum føroyskum flaggi.
Sjálvt tá vit skuldu geva teimum koppar, var eitt øgiligt stríð um, hvør skuldi verða fyrst. Sjálvt hetta høvdu tey ikki. Hitin var ótolandi hjá mær, og eg skilji ikki, hvussu serliga tey smáu kunnu ganga úti í so heitari sól. At síggja alt hetta, bleiv ov nógv fyri meg, so eg fór burtur frá eina løtu, meðan foreldur míni og onnur sum vóru við okkum deildu út. Eg kom so aftur at hjálpa til. Vit góvu eisini børnunum leikur og eitt sindur av bomm, tí tey hava eisini brúk fyri onkrum góðum. Eg tosaði eisini við ymiskar familjur, sum høvdu mist simpulthen alt.
Vit koyrdu so sama dagin aftur til Colombo og tók tað okkum uml. 10 tímar. Í Colombo er lítil ella eingin skaði hendur.
Hjálpin kemur fram
Hvat so við allari hjálpini sum er komin til Sri Lanka.? Meðan vit vóru har, sóu vit nógvar útlendingar so sum japanar, onglendingar og amerikanarar sum vóru har at hjálpa til, men trupulleikin er, at øll hjálpin fer suður til Galle og Matare, har sum singalesar búgva og har oyðileggingarnar ikki eru so stórar sum á eystursíðuni. Stjórnin sendir alla hjálpina til síni egnu, meðan tamilar og muslimar sita uttan nakra hjálp. Sera nógvir leirar hava onga hjálp fingið enn, men øll tú tosar við á Sri Lanka siga, at bæði pengar og matur og annað er komið inn í stórum tali, men hjálpin nær ikki út til tey sum veruliga hava brúk fyri tí. Tað er so nógv komið inn, at tað er nokk til at endurbyggja alt betri enn tað var áðrenn, men har er so nógv korruptión at nógvir av pengunum fara í lummarnar hjá stjórnarleiðarum.
Eitt dømi var, at italska stjórnin hevði sent flúgvarar við hjálp, og teir søgdu at tann hjálpin skuldi fara til norðara part av Sri Lanka, men hetta vildi stjórnin ikki, og øll hendan neyðsynjarvøran stendur enn á flogvøllinum í Sri Lanka meira enn 14 dagar eftir at hon er komin. Eftir at hava hoyrt og sæð hetta, gleddi tað meg so nógv at eg, sjálvt um eg ikki kann hjálpa øllum, kundi hjálpa nøkrum sum hesum 67 familjum við mati og øðrum og geva teimum pengar, sum kundu varða í nakrar vikur.
Eg ynskti at verða har longur, men tað bar so ikki til á hesum sinni. Sum eg havi skrivað í bløðunum fyrr, so vildi eg investera pengarnar frá Føroyum í eitt langtíðar projekt. Eg havi tosað við ymiskar organisatiónir, men tað sum eg var mest glað fyri var CRC, sum vit skulu samarbeiða við og har vit hava fingið lovað at allur penignurin fer inn í hetta projektið. CRC hevur fingið lovað 20 børn afturat, sum hava mist alt eftir flóðalduna og tey skulu byggja eitt hús til hesi 20 børnini. Tey hava keypt jørðina har tey skulu byggja á. Tey hava nógvar aðrar ætlanir, men av tí at eg havi samlað pening inn til at hjálpa eftir flóðalduna, so fer peningurin til at byggja hetta barnaheimið. Í hesi vikuni eru tey 20 børnini komin inn á barnaheimið, so inntil tað nýggja húsið er liðugt, koma tey at deila bústað við hini børnini á Bethel barnaheiminum, sum longu er ov lítið, men tey eru glað at deila kømur og pláss.
Barnaheim sum føroyskt prosjekt
Við pengunum, sum nú eru komnir inn, fara vit frá endanum av februar at stuðla hesum 20 børnum við 100 US$ um árið, sum verður brúkt til klæðir, mat, skúla og sjúkrahjálp. Við endan av apríl ella mai fara tey at senda okkum myndir og upplýsingar um børnini, sum eg fari at deila við tykkum tá. Eg havi biðið CRC um at sleppa at fíggja tað nýggja barnaheimið, sum kemur at kosta uml. 350.000 kr. og at tað skal kallast "The Faroese project". Tað hava teir sagt ja til. Eisini kundi eg geva teimum eitt føroyskt flagg, sum verður hongt í tað nýggja heimið. Tað sum er hjá mær at gera nú, er at samla inn 350.000 kr. til at byggja hemið fyri og har børnini skulu búgva og byggja eina nýggja framtíð, so eg heiti á tykkum at lata upp eygu og hjarta at hjálpa eitt sindur afturat, so at vit kunnu fáa inn tær 350.000 kr. Eg tosaði eisini við tey um at føroyingar vildu koma yvir at hjálpa til við arbeiðinum, og tað vóru tey sera glað fyri. Tá alt er komið uppá pláss, skal eg geva fleiri informatiónir.
Eg havi so bert til endan heilsanir frá Sri Lanka til tykkum og takka fyri hjálp og bøn. Eg persónliga takki tykkum fyri alla hjálp tit hava givið, tí uttan tykkara hjálp hevði eg onki kunnað gjørt. Um tit vilja stuðla hesum so kunnu tit seta pening inn í Føroya Banka konto nr. 162.2864.