EB/STREYMUR
Jákup Mørk
Í kvøld klokkan seks fara teir í EB/Streymi at hava síðstu venjingina, áðrenn teir sunnudagin fara at vitja á Skála.
Landsliðsspælararnir Egil á Bø, Arnbjørn Hansen, Bárður Olsen og Leif Niclasen fara at hitta liðfelagarnar fyri fyrstu ferð, síðani teir mikudagin í síðstu viku fóru undir landsliðsuppgávurnar.
- Vit fegnast sjálvandi um, at landsliðsvenjarin sendir boð eftir fleiri av okkara spælarum. Men tað er einki at liggja omaná, at tað órógvar venjingarnar hjá liðfeløgunum, at fleiri av spælarunum ikki hava møguleika at møta, staðfestir Egil á Bø, sum er liðformaður hjá EB/Streymi, og sum hesar seinastu ferðirnar hevur verið verjuálit á landsliðnum.
Hóast fokus hevur verið á landsldystunum, so hava teir í EB/Streymi eisini tosað um spennandi avbjóðingina, sum stendur fyri framman hjá teirra felagi:
- Vit eru allir fullgreiðir yvir, at tað fyrst og fremst ræður um at fokusera rætt. Um vit fara at hugsa um meistaraheiti og alt annað í tí sambandi, so fer tað ikki at ganga. Vit mugu fokusera upp á, at tað er stór avbjóðing at spæla ímóti Skála, og at tað eru vit, sum hava strítt okkum til ta støðuna, sum vit nú eru í. Um vit megna tað, so ivist eg ikki í, at vit sjálvir vera førir fyri at vinna tað úrslitið, sum skal til fyri at vinna FM sunnudagin, staðfestir Egil á B, liðformaður hjá EB/Streymi.