TALENT-upptøkuroynd í SMS í dag

Í dag klokkan 15 verður upptøkuroynd til undirhaldssendingina TALENT hjá DR 1.

Føroyingar sleppa at vísa síni kynstur fram í SMS seinnapartin í dag. Framførslurnar verða tiknar upp á video, og síðan nýtir dómsnevndin upptøkurnar at velja tey talent út, sum fara víðari í kappingini.

 

Verður nakar føroyingur valdur at sleppa at vísa síni kynstur í beinleiðis sendingunum hjá DR 1 í heyst, fáa tey beinleiðis boð frá DR og skulu síðan niður til Danmarkar at framføra.

 

Vit minnast øll Ragnar, sum endaði á einum triðja plássi í finaluni. Ragnar hevði ikki teknað seg til upptøkuroyndina í SMS frammanundan, hann var farin oman í SMS at hyggja eftir nøkrum vinfólkum, sum skuldu royna seg í talentkappingini. Men hann tók sær mót, lænti ein guitara frá einum øðrum luttakara og stillaði seg á pallin og framførdi sangin »Time of your life«.

 

Hetta var tað sum førdi hann allan vegin til finaluna.

 

Trýst á leinkið og hygg eftir fyrstu live sendingini hjá TALENT sum Ragnar var við í:

 

Síggið Ragnar á Youtube við at TRÝSTA HER!