Hugaligt er at síggja onkran visións-glotta! Men at leypa á leistum og ikki taka ávísingar frá kt-vørðum fyri fult, tað er milt sagt ørkymlandi.
Tøkk verður send felagnum “Heim & Skúli”, at tey rópa varskó, nú talgildu royndirnar og landsroyndirnar eru kravdar í 2014. Hugaligt er at vita sær, at onnur enn KT-varðafelagið vísa á møguleikar, vansar og avbjóðingar – serliga í hesum føri, har MMR setir út í kortið tiltøk, ið ikki verða samantvinnnað við kommunalu fortreytirnar.
KT-varðafelagið hevur upp í saman víst MMR á, at tað er einki høpi í at áseta talgild tiltøk, um kommunurnar ikki verða tiknar við upp á ráð. Tvíbýtið “land/kommuna” kann hava við sær at fløkja kemur í tiltøk, ið annars kundu verið spennandi og mennandi fyri næmingar/lærarar. Talgilda tiltakið er alt ov gott dømið um hetta.
Í stuttum kann sigast, at besta loysn helst hevði verið, at skúlin hevði dagførda teldu til allar næmingar og lærarar.
Men av tí at MMR ikki hevur tikið við uppskotinum at investera í “lærarateldu” og “næmingateldu”, ið hóskandi er skúlanum, standa vit við nógvum ivamálum, t.d. “Hvat skal verða loyvt at hava á telduni?” Skal talan verða um at nýta teldu sum teldu ella skrivimaskinu? Tað er sjálvsagdur lutur, at tá ið talan er um at talgilda royndir og landsroyndir, er tað í huganum, at næmingur hevur bestu møguleikar at prógva sínar førleikar. Tí skulu øll forrit, ið hóskandi eru royndini, vera á telduni.
Nú standa nakrir skúlar í tvørligari støðu, tí ásetingarnar fylgja ikki fíggjarætlanini. Størri trupulleiki er, at kt-vørðir enn ikki eru í greiðari arbeiðsskipan og hava ikki stundir at geva næmingum og lærarum bestu fortreytir at fyrireika seg til avbjóðingarnar móti vári 2014.
KT-varðafelagið hevur ár um ár gjørt MMR vart við, at tað ber ikki til at lata kt-vørðir starvast undir fortreytini: “Røkt av teldu”. Kt-vørðurin eigur at fáa stundir at røkja kt-amboð, men kt-vørðurin skal eisini fáa stundir at vísa næmingum og lærarum á møguleikar at nýta kt sum nátúrligt amboð.
Trupulleikin sigst vera fíggjarligur! Kommunan skal fáa til vega amboð og MMR skal fíggja starvsfólkum! Trupulleikin er tó størri enn so – tí næmingurin verður mettur! Øll innan skúlaøkið ynskja, at næmingurin fær best møgulig úrslit, men fortreytirnar kunnu skipast betur.
Kt-vørðurin ynskir at leggja fyri næmingar og lærarar amboð og arbeiðshættir, ið hugsandi eru at verða amboð at loysa komandi avbjóðingar. Tíanverri sæst hetta ikki aftur í MMR-visiónum!
Størsti spurningurin í øllum hesum er: Hvørji amboð ynskir MMR, at næmingurin nýtir til roynd og landsroynd, og á hvønn hátt ynskir MMR, at næmingurin hevur bestu fortreytir at nýta kt sum nátúrligt amboð?
Góðu tit í MMR! Eru royndir og landsroyndir 2014 skipaðar soleiðis, at ávís kt-amboð eru betri enn onnur? Hevur MMR ætlanir um at stuðla kommunum í nýíløgum? Hevur MMR ætlanir um at betra umstøðurnar fyri kt-vørðin?
Vónandi loysa hesi orð upp fyri nøkrum felags átøkum næmingunum at frama. Nevndin í KT-varðafelagnum stendur klár at sparra og koma við viðmælum.
...okkurt ískoyti: http://politikkur.fo/kt+i+folkaskulanum.html
Jákup av Skarði,
formaður í KT-varðafelagnum