Talvháborgin karmur um FM

Talv: Ongantíð áður hava so nogvir av teimum bestu telvarunum luttikið í FM kappingini fyri einstaklingar

Hesa næstu vikuna ferð Klaksvíkin at vera uppaftur meiri áhugað í talvi, enn tað hevur verið vanligt. Klaksvíkingar vunnu í ár bæði liðkappingina í bestu deildini og í unglingadeildini, og nú verður spennandi at vita, um teir har norðuri so at siga kunnu seta krúnuna á verki og vinna FM fyri einstaklingar.

Vánirnar fyri tí kunnu ikki annað enn sigast at vera góðar. Tí ikki færri enn seks av teimum tíggju telvarunum, sum eru í besta bólkinum, eru ættaðir úr Klaksvík. Men tað verður ikki bara sum at siga tað hjá Heina Olsen, Rana Nolsøe, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Terja Petersen og Ólavi Simonsen, tí mótstøðan verður so stór, sum tað næstan ber til. Hinir fýra telvararnir eru Flóvin Þór Næs, John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og John Arni Nilssen.

Talvkønir meta, at støðið í kappingini er so høgt, sum tað kanska ongantíð hevur verið áður. Miðalratingtalið í landslilðsbólkinum er 2189, og hetta er nógv tað hægsta nakrantíð í FM kappingini fyri einstaklingar. Miðaltalið í Havnini í fjør var 2125, og tá var sagt, at hetta var hægsta talið nakrantíð.

Umframt í landsliðsbólkinum verður eisini telvað í tveimum øðrum bólkum. Tólv telvarar vera við í næstovasta bólkinum, og í unglingabólkinum vera tíggju luttakarar.

Fyrstu leikirnir verða fluttir í kvøld klokkan 18. Tað verður telvað í Ósáskúlanum, og tað verður telvað hvønn dag fram til leygardagin, tá níggjunda og síðsta umfarið er á skránni, og FM vinnarin verður funnin.


Landsliðsbólkurin

Tríggir teir hægst rataðu føroyingarnir eru við til FM í ár, og hækka teir munandi um miðalratingina og ikki minst støðið. Eitt annað sum vert er at leggja til merkis er, at Flóvin Þór Næs hevur 2265, og kemur hetta av hansara góðu úrslitum í árinum ið fór. Í fleiri ár hava bert tríggir telvarar í Føroyum ligið um 2300 í rating, men tíbetur er ein nýggjur komin uppí oddin. Hann koma vit helst eisini at hoyra meiri um.Bólkurin hevur fleiri eldri kenningar við, og harumframt nakrar ungar kreftir.

Stuttligt verður at síggja hvussu væl royndirnar hjá teimum eldru koma at roynast móti ungu leyvunum. Teir ungu telvararnir í Føroyum hava verið fyri stórum framburði seinastu árini og sigast má, at í ár koma teir at standa sína roynd, serliga tá ið hugsað verður um miðalratingina, sum er 2190!


1. bólkur

Ein avleiðing av lítlu luttøkuni er, at í ár verður eingin 2. bólkur, men ein opin bólkur við misjavnari ratingstyrki. Tveir eru klárt

ratingfavorittar, Tummas M. og Finnbjørn, men ratingfavorittar og vinnarar ganga ikki altíð hond í hond, og mangir ratingfavorittar hava verið ið ikki livdu upp til teirra vónir. Gamla gardan við Vagn Heldarskarð á odda man helst fara at geva øllum mótstøðu, og ungu evnaríku telvararnir úr Havnini, Martin Poulsen og Jóannes V. Hansen hava víst øgilig framstig. Sjálvt um bólkurin er lítil, er talan um ein heilt opnan bólk, har vinnarin helst ikki verður funnin fyrr enn í síðsta umfari. Og sum tað oftani verður tikið til, »kvalitet frem for kvantitet«.


Unglingar

Í unglingum er talan um eina uppgerð millum bygdamenn og »vit havnarmenn«. Seks telvarar úr KTF og fýra úr HT manna bólkin, sum verður ein gysari. Tríggir teir ovast rataðu Esbern, Ingolf og Olaf, munnu helst metast sum favorittar, men eingin skal avskrivast í unglingabólkinum. Kenna vit unglingar rætt, so vera onkrir óvæntaðir sigrar inn í millum. Tað er vist, at allir eru við fyri at vinna, men bert ein vinnur og í hesum bólkinum verður tað ikki lætt, vit bíða í spenningi.


Almenna snarkappingin

Eins og undanfarin ár verður almenna snarkappingin 2. páskadag. Til snarkappingina eru oftast nógvir telvarar við. Tað er eitt upplivilsi í sær sjálvum, at síggja telvararnar flyta so skjótt og tú ikki missa tamarhald í støðuni. Oftani hevur verið sagt, at tað er so óinteressant at hyggja eftir talvi, men snartalv er heilt vist bæði stuttligt og spennandi. Eftir snarkappingina verður steypahandan og telvarar og hjálparfólk verða bjóðað til ein bita í »Skákinum«, hølum Klaksvíkar Talvfelags.