Mentamálanevndarformaðurin tóktist at hava lisið uppá, tí tað, hann hevði at bera fram avdúkaði kunnleika, innlit og áhuga fyri okkara aðalborna spæli. Hann gjørdi vart við, at Havnar Telvingarfelag fyllir 75 í hesum mánanum, og nevndi nakrar av teimum, sum løgdu lunnar undir felagið í síni tíð og virkaðu í elsta føroyska talvfelagnum fyrstu árini. Klæmint nevndi M.A. Jacobsen, sum var millum stovnarnar, og J.H.O. Djurhuus, sum var millum frægu telvararnar í felagnum fyrstu árini.
Hjá okkum, sum nú í fleiri mánar hava fingist við at seta skorður undir FM-jubileumskappingina, er tað ein lætti, at liðugt nú er at telja niður og at byrjanarskotið er loyst av. Teir, sum sjálvir hava skipað fyri líknandi tiltøkum vita best, hvussu nógv liggur á teimum, ið sjálvbodnir hava bundið seg til tann fyrireikandi og umsitingarliga partin av slíkum tiltaki.
At skipa fyri kapping sum hesari er eyðvitað ikki kostnaðarleyst, og tí hevur verið neyðugt at útvega sær stuðul frá fyritøkum og stovnum. Nevnast kunnu Atlantic Airways, Farodane, Statoil, Shell, Tryggingarsamband Føroya, Føroya Sparikassi, P/F Poul Hansen, Restorsffs Bryggjarí, Prentstovan. Hesir hava allir hvør á sín hátt veitt Havnar Telvingarfelag stuðul og styrk í samband við jubileumstiltakið, og tað eru vit teimum øllum hjartaliga takksamir fyri.
Nóg so seint gjørdist tað, áðrenn leikur var lokin í gjárkvøldið, men soleiðis plagar at vera tann fyrsta kappingardagin, tá byrjað verður klokkan seks á kvøldi (18.20) fyri at vera heilt neyvur. Tí gjørdist tað eisini seint, áðrenn redaksjónin var liðug við blaðið, tygum nú sita við. Men hereftir verður byrjað klokkan tvey, og tí skuldi kappingardagurin fingið høgligari og regluligari snið.
FM-98 er byrjað - vit gleða okkum til næstu umførini og ynskja øllum góðan byr!