Bretska eftirlitsfelagið UKMTO hevur fingið eini boð um, at vápnað fólk hava tikið seg umborð á eitt tangaskip.
Fólkini hava tikið ræðið á skipinum, sum er á leiðini út fyri Jemen, og hava broytt siglingarkósina móti Somalia.
Sagt verður, at tangaskipið sendi út eina neyðávaring um maritima radio, sum segði, at ein bátur var á veg móti teimum.
- Sjóránaravirksemið út fyri Somalia náddi hæddina í 2011 við fleiri hundrað álopum á skip á siglingarleiðini.
NTB veit at siga, at eftir nøkrum árum við nøkulunda friði, hevur sjóránaravirksemið í økinum nú tikið seg uppaftur.











