Teis vann á Róa í donsku steypakappingini

TTH Holstebro vann stórsigur á HC Aarhus

Mynd: TTH Holstebro

Í kvøld var føroyingauppgerð í donsku steypakappingini í hondbólti hjá monnum. 

 

Nýggja liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, HC Aarhus, ið spælir í næstbestu deildini tók ímóti nýggja liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro, ið spælir í bestu deildini.

 

Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Róa og Teis fyri ávikavist HC Aarhus og TTH Holstebro.

 

Holstebro vann stórsigur 34-23. Í steðginum vóru Teis og liðfelagarnir á odda 20-12.

 

Rói og Teis vóru noteraðir fyri eitt mál hvør. Teirra fyrstu mál fyri ávikavist HC Aarhus og TTH Holstebro. 

 

 

 

Mynd: TTH Holstebro