Tann fantastiski Íslandssáttmálin enn einaferð – størsta føroyska polittiska flopp í nýggjari tíð

Tað ljóðaði gott, at Ísland bleiv føroyskur heimamarknaður, og umvent, men nú er heilt galið, nú mistu vit eisini okkara heimamarkna til íslendingar.

Eijdisgaard, Johannesen, Kallsberg og Hoydal hava ikki ánilsi av, hvat teir hava gjørt ímóti føroya fólki við hasum ólukkuliga Hoyvíkssáttmálanum.

Vit kunnu enn einaferð staðfesta skeivleikar í Hoyvíkssáttmálanum. Nú gongur tað út yvir byggivinnuna. Í hesum tíðum er alt umráðandi at føroyskar fyritøkur eru líkastillaðar í egnum landi, men nei - enn einaferð er Hoyvíkssáttmálin ein forðing í egnum landi.

 

Trúgv tí um tú vilt, tí nú kunnu íslendskar fyritøkur koma her til lands at arbeiða fyri 50,00 kr. um tíman við Hoyvíkssáttmálanum í hondini og valsignilsi frá Føroya Løgtingi. – Fantastikst -

 

Hetta merkir at íslendingar kunnu útvega sær bíliga útlendska arbeiðsmegi úr Evropa. Tey fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Íslandi og íslendingar kunnu við Hoyvíkssáttmálanum í hondini bjóða uppá alt arbeiði í Føroyum fyri 50,00 kr. um tíman. Hetta má verða partur av visión 2015.

 

Hetta er vilji løgtingsins, meðan tað Føroyska vinnulívið er fari at bløða, og fólk úr byggivinnuni verða uppsøgt í hópa tali.

 

Arbeiðafeløgini rópa varsgóð, hetta gongur ikki, jú sigur Jørgin Niclasen, uttanríkismálaráðharri og formaður í Fólkaflokkinum, vit spara pening við hesum mátanum – enn ein fólkaflokks fidusa, tær eru nú eftir hondini ikki so fáar.

 

Eg fari at heita á handverkarafeløgini, arbeiðarafeløgini og verkafólk um at standa saman í hesum álvarsmáli, hetta má ikki henda í okkara landi, hetta er trælahald.

 

Nú mugu fólk standa saman og steðga løgtinginum, so ørskapurin við Hoyvíkssáttmálanum steðgar.

 

Nú mugu vit endaliga gera upp við ójavnan í Hoyvíkssáttmálanum. Um polittikarnir ikki megna tað, kann hetta enda við reinum kaosi á arbeiðsmarknaðinum, men kanska er hetta eisini partur av – visión 2015 - -eingin veit.

 

Áheitan á Føroya Løgting – setið Hoyvíkssáttmálan úr gildi til gagns fyri føroyingar.