VIDEO: Tap til Gilla, Meinhard og Ára

Hetta vikuskiftið royndist ikki væl hjá føroyingaliðunum í fremstu deildunum í Noregi

Gilli R. Sørensen, Meinhard E. Olsen og Ári M. Jónsson fingu ikki eina góða upptakt til komandi landsliðsuppgávurnar.

 

Gilli spældi allan dystin tá lið hansara, Odd í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini tapti 0-1 fyri Strømsgodset á heimavølli. Strømsgodset skoraði sigursmálið tá bert níggju minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Í seinna hálvleiki strongdi Odd á fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki.

 

Komandi dystur hjá Odd er á útivølli móti verandi meistarunum og oddaliðnum, Bodø/Glimt.

 

Odd er nummar 10 í deildini við 22 stigum. Níggju stig eru niður til niðurflytingarstrikuna. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Strømsgodset. 

 

Í næstbestu deildini eru tað serliga Ári Mohr Jónsson og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið kunnu iðra seg. Sandnes var á odda 2-0 móti Grorud á heimavølli tá 75 minuttir vóru farnir av dystinum. Men seinastu fimm minuttirnar gekk reint galið hjá Sandnes, ið lat trý mál inn og tapti sostatt dystin 2-3. 

 

Meinhard E. Olsen fekk 26 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Bryne tapti 1-2 fyri Stjørdals Blink. Støðan var 1-1 tá Meinhard kom á vøllin.

 

Bryne er nú fimtaftast í deildini við 18 stigum, og Sandnes er fjórðaftast við 17 stigum. Stjørdals Blink er triðaftast við 16 stigum og Grorud er næstaftast við 15 stigum. So staðfestast má, at tapini hjá Bryne og Sandnes vóru serliga óheppin í dag. 

 

Leygardagin 11. september tekur Bryne móti Aalesund. Sama dag spælir Sandnes á útivølli móti Raufoss.