Tapti valóskil

Fyrrverandi amerikanski løgmálaráðharrin

Fyrrverandi amerikanski løgmálaráðharrin, Janet Reno, viðgekk í gjár, at hon hevði tapt uppstillingarvalið hjá demokratiska flokkinum í statinum Florida. Tí verður tað handilsmaðurin Bill McBride, sum skal royna at vinna guvernørvalið ímóti sitandi guvernørinum Jeb Bush, sum er bróður George W. Bush, forseta.
Uppstillingarvalið var fyri átta døgum síðani, men eins og undir forsetavalinum fyri tveimum árum síðani vóru aftur hesaferð trupulleikar við uppteljingini í Florida. Atkvøðurnar í Miami og Broward máttu teljast umaftur fleiri ferðir, og tá avtornaði, fekk Janet Reno 5.000 atkvøður minni enn Bill McBride. Hetta hevur hon nú góðtikið.
Trupulleikarnir við uppteljingini komu óvart á myndugleikarnar í Florida, tí síðani forsetavalið hava teir keypt nýggja útgerð fyri 30 milliónir dollarar. Men tað hevur so ikki víst seg at vera nóg mikið.