TB er á uppflytingarplássi

1. DEILD: Øll málini vórðu skorað eftir steðgin, tá ið TB við heimasigri ímóti KÍ, lyfti seg fram á heiðursmerkjapláss

Uppflytingin er ikki staðfest. Men eftir 3-1 heimasigur ímóti KÍ er tað upp til teir í TB í síðsta umfari at tryggja sær uppflytingina. 27. og seinasta umfar verður fríggjadagin, og tá fer TB at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, sum næsta ár fer at spæla í 2. deild.

 

Hjá TB snýr tað seg um at halda tørn um triðja plássið, sum aldursforsetin við sigrinum ímóti KÍ í dag lyfti seg framá. Tað er eitt stig aftur til B71. Bæði TB og B71 hava málmunin +14.

 

Í dag var tað málleyst eftir fyrra hálvleik við Stórá í Trongisvági.

 

Aron Arnholdsson setti hol á seks minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Samudeen Musah. Hetta var fjórða málið í ár hjá Aron Arnholdsson, sum mikudagin í hesi vikuni fylti 18 ár.

 

Sjey minuttir seinni varð tað 2-0. Málskjútti fyri fyrstu ferð í 1. deild var 17 ára gamli Mattias Dal Djurhuus. Uppleggið átti Eyðtór Joensen.

 

20 minuttir restaðu, tá ið Olivur Renéson Thomsen økti um munin til 3-0. Aftur hesaferð var tað Samudeen Musah, sum átti uppleggið. Hetta er sættu ferð í ár, at Olivur Renéson Thomsen, sum í næstu viku verður 19 ár, er málskjútti.

 

KÍ hevði bara tveir spælarar á beinkinum. Tá ið tað restaði eitt korter, var tað John Herman Fuglø, sum minkaði um munin til 3-1. Hetta er aðru ferð í ár, at John Herman Fuglø er málskjútti. Uppleggið átti Jónas á Hædd, sum varð skiftur inn, tá ið ein hálvur tími var eftir. Hann plagar annars at vera málverji.