Eftir ein sera deydligan fyrra hálvleik gjørdist seinni hálvleikur av dystinum millum TB og NSÍ sunnudagin rættiliga undirhaldandi.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og hvørki av liðunum hevði heldur teir stóru møguleikarnir til at gera tey. Meginpartin av teimum fyrstu 45 minuttunum var bólturin úti á miðjum vølli, og sum oftast gingu ikki meir enn eini tvær-tríggjar sendingar, áðrenn annað liðið hevði mist bóltin til hitt, sum so heldur ikki megnaði at fáa nakað nevnivert burtur úr honum.
NSÍ var sum heild betra liðið í fyrra hálvleiki, tí teir vóru ágrýtnari og fingu eitt sindur meira burtur úr bóltinum, tá teir høvdu hann, meðan spælið hjá TB var sera tilvildarligt.
TB-ararnir
meira ágrýtnir
So skjótt sum seinni hálvleikur var byrjaður, sást, at TB fór at gera meira við tað. Teir vóru meira ágangandi í verjuspælinum, og av tí sama fingu teir meir at arbeiða við fram eftir vøllinum. Og tá sjey minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, kom fyrsti veruliga stóri kjansurin í dystinum. Sasha Radosavljevic, sum í fyrra hálvleiki hevði víst sín skjótleika nakrar ferðir, men sum annars hevði verið rættiliga anonymur, slapp framvið NSÍ-málverjanum. Málið var ikki tómt, men illa vart og uttan málmann, men í staðin fyri at skjóta beinanvegin valdi Sasha at reka eitt sindur longur inn í brotsteigin, og tá hann so skuldi skjóta, vóru fleiri NSÍ-arar komnir aftur at verja, og skotið, sum nú mátti vera høgt, streyk eftir tvørstongini og fór út.
Men TB hevði nú fingið trúnna uppá, at fyrsti sigurin í landskappingini í ár kundi koma henda dagin, og teir fingu eitt sindur meira skipað spæl í gongd.
Í hinum endanum var NSÍ eisini nærgangandi av og á, og eina ferð var bólturin í TB-málinum eftir væl spælt NSÍ-álop, men Óli Hansen var rangstaddur, tá hann skallaði í netið.
Zoran setti ferð á
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, setti TB-venjarin Zoran Pavlovic seg sjálvan á vøllin fyri Jan Albinus, og tað setti meira ferð á álopsspælið hjá tvørámonnum.
Og bert tveir minuttir eftir hesa útskiftingina legði TB seg á odda. Eitt hornaspark í høgru síðu varð sent innfyri, og millum vinir og fíggindar stakk Tórður Holm (stríddist væl allan dystin) seg fram og fekk bóltin í kassan.
Gleðin hjá tvørámonnum var kortini stokkut, tí átta minuttir seinni fór NSÍ í álop. Kári Hansen slapp ígjøgnum verjuna og sendi bóltin inn undir blaðunga TB-málverjan Jónas Johannesen, sum vardi búrið fyri tann meiðslaða Magna Hentze og kom væl frá uppgávuni, í netið til 1-1.
Reytt ella einki
Sami Kári Hansen var annars partur av eini ivasamari hending tíðliga í dystinum. Eftir eitt NSÍ-álop endaði bólturin úti á miðjuni, men knappliga lá ein TB-ari inni í 5-metrinum og rópti av pínu. Dómarin sá ikki hendingina og fór út til linjudómaran, sum hevði flaggið uppi. Endin varð, at Kári Hansen fekk gult kort, og so hendi ikki meir. TB-ararnir vildu vera við, at teirra maður bleiv sparkaður, og um so var, átti NSÍ-arin at fingið reyða kortið. Um TB-arin hinvegin ikki varð sparkaður, átti NSÍ-arin sum vera man ikki at fingið nakað. Gula kortið var ivaleyst ein millumloysn, sum dómarin valdi. Annars man Tvøroyri vera staðið, har áskoðararnir eru teir mest ágangandi, og tí er tað ikki so lætt at vera dómari til heimadystirnar hjá TB. Út frá tí dømdi dómarin væl.
Men nú stóð altso á jøvnum aftur, men tann støðan helt sær ikki leingi. TB fekk fríspark úti í høgru síðu, eini 20-25 metrar frá málinum. Zoran Pavlovic sendi innfyri, og í somu løtu sum Dan Mortensen skeyt, varð hann takklaður, so bólturin broytti kós og fór í netið. Tað hevði kortini verið ivasamt, um Dejan Milanovic hevði kunnað gjørt nakað við tað, um Dan hevði fingið veruligt skot á, tí TB-maðurin stóð væl fyri stutt frá málinum.
Longu áðrenn TB fekk málið til 2-1, hevði NSÍ lagt trýst á, og TB-liðið varð so smátt kroyst aftur á vøllin. Eftir 2-1 málið fekk NSÍ alt trýstið, og TB gjørdi alt fyri at verja um leiðsluna, sum kundi geva teimum teirra fyrsta sigur og trý týdningarmikil stig. Fyri at verja støðuna gjørdu teir eisini fleiri fríspørk, og bæði Tórður Holm og Einar Petersen fingu gult kort. Tíðin var um at renna út, tá NSÍ fekk eitt av hesum fríspørkunum mitt fyri, nakað uttan fyri TB-brotsteigin. Eyðstein Skipanes varð settur at skjóta, og hann lyfti bóltin upp um manngarðin og í netið til 2-2. Eitt vakurt mál, ið næstan fekk tárini fram í TB-eygunum, sum høvdu sæð sigurin fyri framman.
Nú var eingin tíð eftir, og dysturin endaði við javnleiki 2-2. TB fekk heldur ikki hesaferð trý stig, men tað var sera nær við, og teir vóru óhepnir móti endanum. Hinvegin var munurin á liðunum so lítil, at javnleikur var á góðari leið, hóast runavíkingar kundu kenna seg hepnar aftaná, tí útjavnandi málið kom í síðstu løtu.
TB fær einki ókeypis
TB hevur ikki havt eydnuna við sær í ár, og tað høvdu teir heldur ikki sunnudagin.
Óli Johannesen sat uttan fyri við leikbanni, men í staðin var beiggi hansara Jón við fyri fyrstu ferð í ár. Magni Hentze, sum vanliga verjir málið hjá tvørámonnum, varð skaddur móti B68 og í hansara stað spældi Jónas Johannesen, sum hevur aldur til at spæla við dreingjaliðnum. Ungi TB-málverjin hevði ikki so øgiliga nógv at gera, men tá boð vóru eftir honum, røkti hann sínar skyldur, og málini hjá NSÍ kundi hann ikki lastast fyri.
Hjá NSÍ er Kristian Høgni Jacobsen ein stórur styrkur, síðani hann kom aftur úr Danmark, og tað hevur eisini havt nógv at siga, at Dánial Hansen er komin fyri seg eftir skaða. Við javnleikinum á Sevmýri misti NSÍ 2. plássið, men teir eru framvegis væl við í heiðursmerkjastríðnum. Enn er 4. plássið tað ovasta, NSÍ er endað í 1. deild, men tað kann lættliga broytast í ár.