Í fjør var hann stóra hetjan hjá TB, tá hann á seinsta leikdegnum í seinastu minuttinum tryggjaði TB uppflyting í bestu deildina. Avrikin á vøllinum hava verið góð og tað er blivið til sjey mál í ár. Men vánaligur atburður hevur fylgt serbanum, sum á einum góðum degi kann avgera ein og hvønn dyst.
Leygarkvøldið fór Bojan Timic um øll mørk, tá hann í Klubbanum á Tvøroyri bæði sló og spýtti eftir nevndarlimum hjá TB, siga keldur hjá Sosialinum.
Sum skilst, so er hetta ikki fyrstu ferð, at hann er í trupulleikum orsaka av vánaligum atburði uttanfyri vøllin.
Tað einasta, André Dalfoss, formaður í TB, vil siga, er, at Bojan Timic og TB eru samd um at enda samstarvið frá í dag at rokna og at felagið kemur við eini fráboðan seinni.
André Dalfoss sigur, at hevur góðar vónir um at TB fer at yvirliva í Effodeildini, hóast serbin er farin, tí tey hava gott fólk at seta ístaðin.
- Tað verður ikki Bojan Timic, sum verður munurin ímillum yvirlivilsi í Effo deildini ella einum falli niður í fyrstu deild, er hann púra vísur í.
Bojan Timic kom til TB í fjør og skoraði tíggju mál í átta dystinum. Í ár hevur hann sambært faroesoccer.com skotið sjey mál í 22 dystum, og fingið átta gul kort.