TB hevur skift hálvt liðið út

Eisini hjá KÍ eru stórar broytingar sammett við, tá ið meistararnir vunnu stórsigur ímóti TB

Bæði hjá KÍ og TB hava eykamálverjar seinastu ferðirnar vart málið. Her er tað Arthur Djurhuus Poulsen, sum vardi málið, tá ið TB vann 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

Tvøramenn eru á vege til Klaksvíkar, har fyrsta bríksl verður klokkan 17. TB var í Klaksvík í fyrsta umfari, og tá endaði tað við 7-1 heimasigri. Hetta var 5. mars, og síðani tá er nógv broytt.

 

TB hevur skift venjara, og á liðnum hjá Tummas Erling Djurhuus er helmingurin skiftur út sammett við fyri trimum mánaðum síðani. Málverjin Anders Hoff er so mikið illa skaddur í økslini, at hann er farin til Danmarkar at fáa viðgerð. Í 1-0 sigrinum á Eiði síðsta sunnudag vardi Arthur Djurhuus Poulsen TB málið, og hann verður aftur í dag millum TB stólparnar. Poul Ingason er vøddaskaddur, og Andreas Midjord hevur slitið krossbandið og verður ikki við aftur í ár. Samudeen Musah, sum skoraði sigursmálið á Eiði sunnudagin, er leibannaður.

 

KÍ hevur fulla úrtøku – 39 stig fyri 13 dystir. Á norðoyastevnu var um reppið, at botnliðið AB vann stig í Klaksvík. Jóannes K. Danielsen, Jonn Johannesen og Hallur Hansson eru langtíðarskaddir. Ímóti AB noyddist Páll A. Klettskarð av vøllinum, áðrenn eitt korter var farið, og Patrick da Silva hevur í fleiri vikur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið við.

 

Og so er spurningurin, hvussu tað verður við málverjanum. Markus Olsen Pettersen hevur seinastu ferðirnar verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla. Hannis Matras hevur vart málið.

 

Bæði hjá KÍ og TB hava eykamálverjar seinastu ferðirnar vart málið. Her er tað Arthur Djurhuus Poulsen, sum vardi málið, tá ið TB vann 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.