TB-leikarar høvdu ikki pengar til mat

- Í minsta lagi 20.000 krónur um mánaðin, ókeypis mat, hús og bil. Tað var tað, sum Eyyub Keten og Aumang Haji fingu lovað frá TB. Tað ljóðaði ov gott til at vera satt, og tað var tað eisini. Týsdagin í síðstu viku máttu teir flýggja av Tvøroyri, tí eftir seks vikum í arbeiðsloysi áttu teir ikki pening fyri mat og teir vóru sálarliga raktir av viðferðini og at TB-nevndin ikki lat um vón. - Tú skyldar mær 1000 krónur, títt svín, vóru seinastu orðini Eyyub Keten fekk frá formanninum í fótbóltsdeildini hjá TB, Kim Roest.

Pætur Albinus

Tað var hin 29. januar í ár, at 25 ára gamli Eyyub Keten og 17 ára gamli Aumang Haji settu kósina ímóti Føroyum. Teir hava báðir spælt við Esbjerg fB í Danmark, men nú var tíðin komin at royna ævintýrið í Føroyum. Næsti steðgur var á Tvøroyri, har TB hevði givið teimum eitt sera gott tilboð.
- Teir lovaðu okkum hús og arbeiði, har vit komu at tjena í minsta lagi 20.000 kr. um mánaðin. Teir rindaðu eisini flogferðaseðlarnar og søgdu, at vit somuleiðis skuldu fáa ókeypis mat. Tað var bara at koma at spæla, sigur Eyyub Keten, sum hóast alt mátti umhugsa tilboðið.
- Vit fingu eina viku at umhugsa tilboðið í. Sjálvur hevði eg familju og arbeiði í Danmark, men eg gjørdi av at siga upp og pakkaði síðani taskuna við kós ímóti Føroyum, sigur Eyyub Keten, sum hevði Aumang Haji og Mehmed Lemes við sær. Lemes fór tó skjótt heimaftur til Danmarkar.

Væl móttiknir
Eyyub Keten og Aumang Haji vóru ógvuliga hugtiknir av føroysku nattúruni, tá ið teir komu higar. Eisini mettu teir, at móttøkan var góð.
- Øll vóru so smílandi og spurdu, hvussu vit høvdu tað, sigur Eyyub.
Fyrstu tíðina var tó eitt sindur av rumblið við at fáa eitt hús at búgva í, og komu teir tískil at flyta ímillum nøkur hús áðrenn teir fingu fastan bústað.
Avtala var gjørd um at teir kundu læna bilin hjá Pálli Guðlaugsson, TB-venjaranum, við teirri treyt, at teir avheintaðu hann og tóku hann við sær til allar venjingarnar.

Keðilig vend
Eyyub Keten og Aumang Haji hava nú verið í Føroyum í góðar seks vikur, men enn hava teir hvørki fingið arbeiði, pening ella mat.
- Vit hava framvegis einki arbeiði, onga inntøku og hava ongar pengar eftir. Vit hava roynt at fáa ein fund í lag við nevndina, men teir royna at ganga framvið okkum og stinga av eftir venjing, sigur Eyyub og vísir á, at trupulleikin er um at gerast álvarsligur.
- Køliskápið er við at tømast. Seinastu dagarnar hava vit bara etið breyð, tí vit hava ikki ráð at gera okkum heitan mat. Vit eru sálarliga raktir av hesi støðuni og hava trupult við at fáa svøvn. Vit hava havt og nógv at hugsa um og hava stúrt, sigur Eyyub.

Arbeiddu uttan løn
Sum ein partur av keðseminum og fyri at fáa tíðina at ganga, átóku Eyyub Keten og Aumang Haji sær at mála vaskirúmið í TB-húsinum. Hetta skuldu teir sjálvandi fáa løn fyri, varð lovað teimum.
- Tað tók okkum fýra dagar, men vit hava framvegis ikki fingið eina krónu fyri tað arbeiðið nú fýra vikur seinni, sigur Eyyub og greiðir víðari frá, at teir í tveir dagar høvdu ein afrikanskan leikara búgvandi.
- Tað var ein vinmaður hjá Blé, sum var komin higar at royna seg. Kim Roest spurdi, um vit kundu hava hann búgvandi hjá okkum, og sjálvandi játtaðu vit. Okkum dámar væl samanhald. Trupulleikin var bara, at hann ikki skilti enskt, og vit máttu nýta google translate á telduni. Hann undraði seg, at ikki alt var sum tað skuldi, og tá ið hann varnaðist, at vit ikki høvdu fingið tað, vit høvdu fingið lovað, stakk hann av, sigur Eyyub.

Útspiltir av formanninum
Týsdagin í síðstu viku høvdu teir báðir fingið nóg mikið. Teir gjørdu av at sleppa sær til Havnar og síðani víðari heim til Danmarkar. Bilin settu teir í túnið hjá Páll Guðlaugsson, og lykilin góvu teir Danjal Eli West, næstformanni í fótbóltsdeildini hjá TB. Familjan í Danmark hevði givið teimum so mikið av peningi, at teir kundu ferðast heimaftur. Flogferðaseðlar høvdu teir framvegis ikki ráð til, so teir máttu velja bíligaru loysnina; nevniliga Norrønu.
Men ófráboðaða heimferðin frá svongd og fátækradømi á Tvøroyri fall ikki í góða jørð hjá Kim Roest.
- Hann ringdi til mín og segði nøkur óviðkvæmisorð og at eg ikki skuldi sleppa úr landinum. Hann segði, at hann hevði meldað okkum fyri at hava stolið bilin, og at løgreglan leitaði eftir okkum. Eisini segði hann, at vit skuldu sleppa at gjalda 15.000 krónur fyri húsaleigu og flogferðaseðlar, sigur ein skelkaður Eyyub Keten, sum eisini fekk eitt sms-boð frá Kim Roest, har hann segði “du skylder mig 1.000 kr dit svin !!”
Hetta komst av, at Eyyub Keten seks ferðir hevði verið til fysioterapeut. Hann hevði fingið lovað, at TB skuldi rinda fyri viðgerðina, men tá ið saman um kom – og sambært sms-boðnum – fekk hann rokningina aftur í høvdið.

Taka málið upp
Eyyub Keten og Aumang Haji eru komnir higar umvegis Carsten Hille, sum er í fótbóltsumhvørvinum í Esbjerg, og umframt at hava kent Eyyub og Aumang síðani teir vóru smádreingir, eisini kennir Páll Guðlaugsson og plagar at vísa honum á spælarar í Danmark, sum møguliga kundu verið áhugaverdir fyri Páll.
- Vit hava greitt Carsten frá øllum, og hann er skelkaður. Hann segði, at um hetta var støðan, so fór hann ongantíð aftur at senda leikarar til Føroya. Men lat okkum nú koma til Danmarkar fyrst og síðani venda okkum til DBU og greiða frá hendingunum á Tvøroyri, sigur Eyyub, sum í løtuni stríðist við at fáa spæliloyvið leysgivið frá TB.
- TB krevur at vit rinda teimum 15.000 krónur í endurgjaldi fyri bústað og annað, annars fáa vit ikki okkara spæliloyvið leysgivið, sigur Eyyub.
Eftir at vera flýddir av Tvøroyri týsdagin í síðstu viku komu teir til Havnar og høvdu ikki tak yvir høvdið. Men tá traðkaðu vinfólk til.
- Stór tøkk til Bjarta M. Henriksen og Kaj Niclasen við familju fyri at hava verið ein risa stór hjálp seinastu dagarnar í Tórshavn. Nú verður hugaligari at ferðast heim, søgdu Eyyub Keten og Aumang Haji á einum máli áðrenn teir lætnaðir um hjartað fóru umborð á Norrønu hóskvøldið í síðstu viku.

albinus@sosialurin.fo