TB mátti stríðast fyri sigrinum

Oddaliðið í flogbóltskappingini hjá kvinnum var í trupulleikum í dystinum ímóti Drátti, og tað mátti ein javnbrótari til fyri at avgera tætta dystin

Tveir dystir vóru í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið, og tað eydnaðist teimum báðum fremstu liðunum at vinna hesar dystir.
Ein dystur skuldi eisini vera millum ÍF og SÍ, men dysturin varð útsettur til mikukvøldið. Orsøkin var, at flogbóltslandsliðið var uttanlands, og tá ið dysturin hjá monnum millum somu feløg varð fluttur, varð eisini gjørt av, at kvinnurnar skuldu spæla mikukvøldið.
TB og Mjølnir, sum eru á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, spældu um vikuskiftið, og bæði liðini vunnu sínar dystir.
Mjølnir var á vitjan hjá KÍF, og dysturin endaði við einum tryggum sigri til kvinnurnar úr Klaksvík. Úrslitið var 3-0 til Mjølnir, og eisini í settunum var munur millum tey bæði liðini. Fyrsta settið endaði 25-15 til Mjølnir, síðani endaði næsta settið nakað javnari, 25-21, áðrenn triðja setti endaði 25-13 til Mjølnir.

TB mátti stríðast
TB, sum av álvara blandaði seg upp í toppstríðið aftur, tá ið liðið herfyri vann toppdystin ímóti Mjølnir, var í trupulleikum um vikuskiftið.
Frammanundan var greitt, at dysturin á útivølli ímóti Drátti fór at vera trupul, og soleiðis gjørdist tað eisini. Talan var um ein sera spennandi og javnan dyst, og tað skuldi ein javnur javnbrótari til fyri at finna vinnaran.
Fyrsta settð endaði við 25-15 til Drátt, men hóast hendan smeitin fótaði TB sær og vann næsta settið 25-21. Triðja settið endaði við 26-24 til Drátt, og so hevði TB knívin á barkanum. Í fjórða setti vóru tað tær av Tvøroyri, sum akkurát høvdu munin og vunnu 25-23.
Javnbrótarin gjørdist eisini spennandi, men tað endaði við, at TB hevði munin og vann 15-11.
Harvið vann oddaliðið av Tvøroyri dystin 3-2 og heldur fram undir liðini á Mjølni í toppinum í meistardeildini.