TB og Dráttur bresta saman

Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum, tá TB tekur ímóti Drátti leygardagin. Vinnur TB, so er púra javnt í oddinum í bestu kvinnudeildini, meðan Dráttur við einum sigri kann taka oddasessin.

Kappingin í bestu kvinnudeildini hevur verið sera jøvn í ár. Dystirnir hava verið javnir, og tað tykist, sum øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Í oddinum liggja fýra lið sera jøvn, og tvey av hesum bresta saman í vikuskiftinum.
Oddabrak verður nevniliga í Trongisvági, har TB tekur ímóti oddaliðnum, Drátti. Hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina undan dystinum leygardagin. Mikudagin spældi Dráttur á heimavølli ímóti Mjølni, og her megnaði Mjølnir at vinna, eftir at Dráttur vann tvey tey fyrstu settini.
Hjá TB hevur heldur ikki gingið ov væl í seinastuni. Síðsta leygardag vunnu tær í Kollafirði, men sunnudagin vóru tær aftur í dysti, og tá taptu tær í Sørvági fyri SÍ. So nú skulu hesi bæði liðini royna at koma aftur á røttu kós í toppdystinum leygardagin.
Fyri trimum vikum síðani møttust júst hesi bæði liðini á Giljanesi, og tá megnaði Dráttur at vinna dystin 3-1, sjálvt um TB vann fyrsta settið.
Nú hevur TB møguleikan at hevna tapið á Giljanesi, og við einum sigri kunnu tær leggja seg undir liðuna á Drátti og ÍF, men vinnur Dráttur, so leggja tær seg einsamallar á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.