TB riggar til

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti er longu komin væl áleiðis í fyrireikingunum til komandi kappingarárið

 

Fótbóltur


Síðani teir í 1987 gjørdist føroyameistarar í fótbólti fyri sjeyndu ferð, hevur tilveran hjá TB í bestu mansdeildini verið heldur skiftandi.

Longu árið eftir varð fyrsta niðurflytingin veruleiki, og síðani hevur liðið við skiftandi eydnu roynt at fingið fastatøkur á bestu deildini.


Seinasta royndin í so máta ? í 1999 ? gav einki úrslit. Felagið endaði niðast í deildini, men eftir at teir nú aftur hava tryggjað sær sess í fyrstu deild, tykjast tvørámenn at leggja nógv fyri í fyrireikingunum til komandi árið.

Venjarin, sum at enda stóð við róðrið í fjør, Zoran Mancic, hevur gjørt avtalu um at halda fram, men hann verður so langt ífrá einasti útlendski leikarin á liðnum.

Zoran er í løtuni heima í Jugoslavia í vetrarfrí, og her hevur hann nýtt høvið til at fáa tveir av landsmonnum sínum at koma við sær, tá leiðin um nakrar mánaðir gongur aftur til Føroyar.

Vit hava fingið upplýst, at talan er um tveir verjuleikarar, harav annar hevur roynt seg í fremstu jugoslavisku deildini.

Eisini hava tvørámenn gjørt avtalu við Sasha Radosavljevic um at halda fram. Vandamikli álopsmaðurin var í 1997-1999 at síggja hjá ávíkavíst TB og GÍ, og í seinnu hálvu var hann brádliga aftur at síggja á TB-liðnuim, sum við hesum fekk kanska avgerandi trumfin í oddastríðnum í aðru deild.


Eisini lokalt

Tað ljóðar eisini av Tvøroyri, at umframt útlendska styrkin, so roynir felagið eisini at fáa onkrar av lokalu leikarunum í Suðuroynni knýttar at felagnum.

Mest upplagda navnið her er sjálvandi Tórður Holm, sum seinnu árini hevur spælt við VB, men tað er eingin loyna, at eisini hini suðuroyarfeløgini hava leikarar, sum kundi styrkt um møguleikarnar hjá TB at halda seg í bestu deildini.

Umframt hesar leikarar, so eiga tvørámenn eisini fleiri evnaríkar leikarar, men felags fyri nógvar av hesum er, at teir enn mugu roknast sum ov ungir til at átaka sær nakran berandi leiklut í bestu deildini. Megnar TB at halda fast um hesar, soleiðis at teir saman við leikarum uttan ífrá kunnu halda liðnum uppi, er kanska ikki óhugsandi, at TB aftur í framtíðini kemur at hava eitt orð at siga í føroyska fótbóltsoddinum.