Útbrendur - ein niðurbrótandi støða

Soleiðis sum nógv fólk liva í okkara parti av heiminum, Vesturheiminum, við at tey arbeiða so nógv uttan at fáa ta neyðugu hvíldina, hendir ofta tað óumgongiliga, at tey brenna út, orka ikki meira og liggja eftir á

At verða totalt úbrendur er í sjálvum sær ein vónleys og niðurbrótandi støða at vera í.
Ein persónur, ið er raktur av slíkum sjúkueyðkennum, kennir tað sum um hann ikki kemur víðari í lívinum.

Orsøkirnar til vánaligu støðuna eru ofta, ein kombinatión av at persónurin er ovbyrjaður og undirstimuleraður, samstundis sum ójavnvág er millum arbeiði og hvíld. Eisini kann tað vera okkurt annað og meira djúptgangandi. Okkurt ið hevur verið hildið niðri í longri tíð, sum t.d. dreymar og ynskir ella ringar upplivingar. Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar.

Sjúkueyðkennini hjá summum kunnu vísa seg við t.d. pínu í nakka og ryggi ella magasári, onnur fáa hjartatrupulleikar og detta um.

Øll familjan verður merkt av ein persónur líður undir slíkum sjúkueyðkennum. Tey raktu geva sær ikki stundir til at slappa av, skulu arbeiða alla tíðina og útinna munandi meira enn tey eru før fyri.

Náttúran lærir okkum, at tað er neyðugt at hvíla seg fyri at hava orku til at arbeiða.
Tá skaðin er hendur, kann tað taka langa tíð at koma fyri seg aftur.

Kelda: Sunnhetsbladet

____________________________________________________________________

Tá ein persónur brennir út

Tá ein persónur brennir út, fer hann gjøgnum trý ymisk stig:

* Ávarðingartekin byrja at koma
* Roynir at stríðast ímóti
* Máttloysi og møði taka yvirhond

Tá persónurin er komin til seinasta stig, kann tað lætt henda, at viðkomandi svímar ella dettur um.
___________________________________________________________________

Ávarðingartekin og sjúkueyðkenni

* Orkan og lívsmegin svinnur
* Ein gerst hugtungur og eyðkendur av sinnistyngd
* Bangin og ræðslusligin
* Trútin og hevur lítið tol
* Maktasloysi
* Skuldarkensla ella sjálvsábreiðsla
* Ringt við at taka eina støðu
* Lítið kemur burturúr
* Vøddaspenningar og høvuðpína
* Trupulleikar við rygginum
* Høgt blóðtrýst
* Sodningartrupulleikar
* Niðursett immunverja
* Svøvntrupulleikar
* Ringt við at savna seg
* Gloymur og hevur ringt við at minnast
* Trupulleikar við andadráttinum
* Ringt við at fata og skilja
* Líkasæla við alt og øll
* Minni sjálvsvirðing og sjálvsmynd
* Heldur seg fyri seg sjálvan

__________________________________________________________________

Eyðkenni fyri eitt gott arbeiðspláss

Um t.d. fylgjandi eyðkenni eru á tínum arbeiðsplássi, so eru tað góðir møguleikar fyri, at tú trívist og ikki ert í vanda fyri at blíva útbrendur:

* Arbeiðsbyrðan er rímilig og nøktandi
* Tú hevur tamarhald á arbeiðsumstøðuum
* Góður felagsskapur er millum starvsfelagarnar
* Tú kennir teg góðkendan og virdan
* Virðing og rættvísi ræður á arbeiðsplássinum
* Tú kennir, at tú hevur eitt innihaldsríkt arbeiði

Kropsjournalen