Útbygging av varandi orkukeldum hægstu raðfesting

Føroyar eru ikki millum tey lond, sum hava skipað elorkumarknaðin soleiðis, at reellir møguleikar eru fyri i kapping á framleiðslusíðuni, soleiðis at fleiri aktørar kunnu bjóða seg fram við loysnum, sum eru til gagns fyri brúkararnar, umhvørvið og sjálvbjargni á elorkuøkinum.

 

Sum eina byrjan uppá eina liberaliseringstilgongd legði umboð fyri Sambandsflokkin í síðstu tingsetu uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum soleiðis, at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum.

 

Endamálið javnbjóðis kapping

Endamálið var ikki at taka nakað frá SEV ella kommununum, men at tryggja javnbjóðis kapping í framleiðslu og sølu innan elveiting í Føroyum.

 

Fyri at náa málinum um einar grønar Føroyar, og at vit skulu gerast óheft av innflutningi av olju og harvið gerast meira sjálvbjargin á elorkuøkinum, skulu stórar íløgur gerast bæði á farmleiðslusíðuni og í netpartinum. Vit tosað her um íløgur sum eru um 3.5 milliardir ella meira.

 

Skal hetta mál náast, er neyðugt at bjóða øllum aktørum við, sum ynskja at gera seg galdandi á økinum.

 

Afturstig í grønu kósini 

Við verandi skipan er stígur komin í útbyggingina av grønu elframleiðsluni, meðan tað tvørtur ímóti er áherðsla løgd at útbyggja oljukraftverk. 

 

T.v.s í hesum samgonguskeiðinum er arbeitt burtur frá grønu sjálvbjargniskósini.

 

Pseudokapping innan framleiðslu av vindorku

Soleiðis sum skipanin á elorkumarknaðinum virkar í dag, er tað bert ein pseudokapping innan framleiðslu úr vindorku, meðan ongin kapping er innan restini av framleiðsluni, men tvørtur ímóti, so verða prísirnir og treytirnar fyri framleiðslu annars ásettar soleiðis, at SEV kann útbyggja soleiðis, sum teimum lystir, og kundarnir gjalda yvirprísin sum avleiðing av hesi skipan.

 

Elorkumarknaðurin er einasti týðandi marknaður eftir í Føroyum, har monopol valdar, og hava tí brúkararnir á hesum marknaðinum ikki heystað teir fyrimunir, sum eru hendir t.d. á tryggingar- og teleøkinum.

 

Gott fyri brúkaran at hava fleiri útbjóðarar

Á sama hátt sum á tryggingar- og teleøkinum vil ein marknaðargerð av elmarknaðinum verða við til at skapa nógv fleiri møguleikar fyri orkuloysnum, og geva bæði privatum húsarhaldum og vinnuni nógv fleiri tilboð um bíligari orku, samstundis sum útboðið av orkuloysnum fer at økjast munandi.

 

Samanumtikið vil ein slík marknaðargering hava við sær:

·           Størri innovatión

·           Meiri framleiðslu úr varandi orkukeldum

·           Lægri brúkaraprísir ið kunnu samanberast millum aktørarnar

·           Størri virksemi og virðisskapan í elveitingarvinnuni kring landið

·           Størri marknaður fyri vælútbúnari arbeiðsmegi

·           Føroyar gerast sjálvbjargnar innan elframleiðslu

 

Johan Dahl 

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin