NÝGGJUR SKÚLI
Seinastu átta árini er næmingatalið í Stranda skúla minkað við sløkum 80 næmingum, men hóast hetta, er tørvurin á nýggjum skúlabygningi stórur.
Skúlastjórin seinasta hálvt triðja árið, Hans Petur Jacobsen, ásannar, at talið av næmingum hevur verið í fríum falli, síðan hann byrjaði í Stranda skúla fyri átta árum síðan.
- Hetta er níggjunda árið hjá mær í Stranda skúla. Tá eg byrjaði, var næmingatalið 256, men í dag eru umleið 180 næmingar í skúlanum, úr 1. flokki upp í 10. flokk.
Hans Petur Jacobsen heldur kortini ikki, at minkaða næmingatalið hevur sína frágreiðing í, at fólkatalið í kommununi er minkandi. Heldur er tað so, at færri børn í miðal eru í hvørjari familju.
Ótíðarhóskandi
Vit spurdu skúlastjóran, um tað ikki kann tykjast løgið at byggja uppí verandi skúla, nú talið av næmingum er minkað so nógv seinnu árini.
- Ein slíkur tanki kann sjálvsagt streyfa. Men soleiðis er tað bara ikki. Ein stórur partur av verandi skúla er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Eg vil heldur siga tað soleiðis, at um skúlin einans hevði 100 næmingar heldur enn 180, sum hann hevur í dag, hevði kortini verið tørvur á nýggjum og tíðarhóskandi skúlabygningi, sum hevur heilt aðrar møguleikar enn hin verandi.
Fyrsti partur av verandi Stranda skúla varð bygdur í 1969, og síðan varð bygt upp í skúlan aftur í 1984.
Hetta merkir, at nýggjasti parturin av verandi skúla hevur meiri enn eina fjórðingsøld á baki.
Úr øðrum bygdum
Skúlastjórin vísir á, at Stranda skúli hýsir ikki bara næmingum úr Sjóvar kommunu, men eisini av Skála, Skálafirði og Funningsfirði.
- Næmingar úr Oyndarfirði hava eisini gingið framhaldsdeildina á Strondum, men hesir fara nú út til Runavíkar, tá næmingar í hesum aldursflokki aftur verða í Oyndarfirði. Í løtuni er tó eingin næmingur í Oyndarfirði, sum hevur aldur til framhaldsskúla.
Skúlastjórin fegnast um, at skúlin við útbyggingini fær seks skúlastovur aftrat umframt eina tónleikastovu og bólkarúm. Haraftrat verður nýggj og stór lærarastova bygd og tikin í nýtslu seinni í heyst. Hendan verður bygd omaná forhøllina og millum svimjihylin og skúlabygningin, sum gongur eystur og vestur.
- Sambært byggiætlanini verður nýggi parturin av skúlanum liðugur við ársenda í ár, soleiðis at hann kann takast í nýtslu í byrjanini av 2011. Vit gleða okkum nógv til nýggju hølini og betraðu umstøðurnar, sum liggja fyri framman, sigur Hans Petur Jacobsen.
Við Stranda skúla starvast tilsamans 20 lærarar.