Teir eldru tóku gullið

Uttandura Føroyameistarakapping í bogaskjóting var á Svangaskarði í gjár. Vinnararnir gjørdust Albert Dam í Compound-bólkinum og Hans Petur Højgaard í Recurve-bólkinum. Teir mugu í dag teljast millum eldru og rættiliga rutineraðu skjúttarnar í Føroyskari bogaskjóting

Bogaskjóting

 

Lagt var upp til spennandi finalur í uttandura Føroyameistarakappingini í bogaskjóting um døgverðatíð í tjúkkum mjørka á Svangaskarði í gjár. Í Compound skuldu Albert Dam og Jógvan Niclasen hittast, og í Recurve skuldu Hans Petur Højgaard og Annika Vang hittast.

Í innleiðandi kappingini, sum verður hildin fyri at avgera plaseringarnar til finaluumfarið er møguleiki at vinna sær upp til 720 stig.

Men millum finalistarnar í Compound vóru bara trý stig á muni innleiðandi, tí Albert Dam fekk 641 stig og Jógvan Niclasen fekk 638 av slagnum.

Í Recurve var munurin næstan líka lítil innleiðandi. Hans Petur Højgaard hevði vunnið sær 552 stig og Annika Vang hevði vunnið sær 549, samstundis sum hon hevði sett tvey nýggj met fyri kvinnur. Enn skjóta menn og kvinnur kappingar í Føroyum saman, tí tað eru ikki nóg nógvar kvinnur, ið skjóta.

Men áðrenn teir 12 pílarnar í finaluni, skuldu ikki færri enn 96 pílar skjótast. Og tað vóru eisini 11, sum ikki náddu nakað finalupláss.

 

Compound

Í Compound-bólkinum vóru 8 skjúttar, ið allir vildu vinna innleiðandi kappingina, so teir kundu møta einum lutfalsliga veikari mótstøðumanni í finaluumførunum.

Albert Dam og Jógvan Niclasen løgdu seg sera javnar á odda, meðan Sigrid Vang, Per Holm Andersen og Magnus Andreassen lógu einum bólki aftanfyri teir báðar fyrstu.

Hetta hevði við sær, at Albert Dam og Jógvan Niclasen skutu ímóti veikaru skjúttunum á degnum og vunnu sínar dystir. Jógvan Niclasen var í tí støðu, at hann sló Rakul Dam, sum er mamma hansara, úr kappingini. Sigrid Vang vann eisini sín fyrsta dyst, og var somuleiðis klár til hálvfinalu.

Seinasti dysturin var millum Magnus Andreassen og Per H. Andersen. Magnus koppaði veteraninum úr felagnum við trimum stigum, og var tí klárur til hálvfinalu.

Í hálvfinalunum vunnu Jógvan Niclasen og Albert Dam, so Magnus Andreassen og Sigrid Vang hittust í bronsudystinum.

Hendan vann ungi Magnus Andreassen við sjey stigum á Sigrid Vang. Hon megnaði tó at seta eitt nýtt met fyri Compound kvinnur í gjár, tá hon fekk 109 stig av 120 møguligum við 12 pílum.

Men eisini Magnus Andreassen fekk sær tvey met afturat, tí hann megnaði at skjóta tað besta, sum nakar undir 17 ár, hevur skotið á 70 metrum nakrantíð. Bæði í hálvari og fullari rundu.

 

Recurve

Innleiðandi vunnu Hans Petur Højgaard og Annika Vang sær ovastu plássini. Fitt aftanfyri lógu Eirikur í Jákupsstovu og Jógvan Magnus Andreasen rættiliga javnir. Hinir tríggir skjúttarnir vóru eitt sindur aftari.

Annika Vang og Jógvan Magnus Andreasen úr hálvu innleiðandi vunnu lættliga sínar dystir og komu í hálvfinalurnar, men soleiðis gekk ikki hjá Eiriki í Jákupsstovu.

Jim S. Guttesen og Eirikur í Jákupsstovu hittust, og hóast munurin innleiðandi var rættiliga stórur til fyrimuns til seinna nevnda, so vann Jim S. Guttesen sera sannførandi.

Í hálvfinalunum vunnu tey, ið nú vóru vorðin favorittar sínar dystir, so Jógvan Magnus Andreasen og Jim S. Guttesen hittust í bronsudystinum.

Í nógva mjørkanum var skjótingin ikki góð, men Jógvan Magnus Andreasen livdi upp til favorittleiklutin og vann.

 

Finalurnar

Sum vit byrjaðu, so hittust Albert Dam og Jógvan Niclasen í Compoundfinaluni. Nú varð vorðið so vátt, at pílarnir nærum fóru ígjøgnum skivuna, og so óklárt, at torført var at finna miðjuna. Tó sýntist finalan spennandi, og skjótingin var heldur ikki ring. Endin var tó hann, at Albert Dam, sum er nakað eldri enn Jógvan Niclasen, vann dystin, og er tí Føroyameistari í bogaskjóting uttandura 2009.

Í Recurvefinaluni skuldu Hans Petur Højgaard og Annika Vang hittast. Annika Vang hevði long sett tvey nýggj met, men hon kundi helst hugsað sær gullið. Tað ætlaði rutineraði Hans Petur Højgaard ikki, og vann finaludystin sannførandi, hóast Annika Vang skeyt sín besta dyst á degnum.