Hetta er ein av uppgávunum, sum RTS Contractors loysti fyri nøkrum árum síðan. RTS loysir bæði stórar og smáar jørð-og lendisuppgávur kring alt landið.

Teir gera tað stóra arbeiðið sum ikki sæst

- Vit eiga nú fyritøkuna saman við MT Højgaard International og eru tískil partur av einum nógv størri netverki, men fyritøkan verður rikin sum áður, sigur Andrias Lamhauge, stjóri.

 

Hetta er ein av uppgávunum, sum RTS Contractors loysti fyri nøkrum árum síðan. RTS loysir bæði stórar og smáar jørð-og lendisuppgávur kring alt landið.

- Vit eru her, sum áður, og vit reka virksemið sum áður, sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sum í 1997 byrjaði fyritøkuna saman við beiggja sínum, Svend Lamhauge.

 

Nógva byggivirksemið, sum hevur verið kring um í Føroyum seinnu árini, hevur eisini sett stór krøv til jørð-og lendisarbeiði, sum er ein partur av flestu byggiverkætlanum. Tá ein útstykking er liðug, vegirnir liggja væl í lendinum, og sethúsini, íbúðirnar ella vinnubygningarnir eru bygdir, sæst ikki altíð so nógv til tað arbeiði, sum her er gjørt. 

 

Sama er við einum spæliplássi, fótbóltsvølli ella havnalag, sum er lagt undir asfalt, graslíki ella betong. Jørð-og lendisarbeiði er líkasum ein sjálvsagdur partur av einari verkætlan, stór ella lítil. Nýggja íbúðarøkið er bara har, og tað tekur ikki nógv ár, til mong halda, at soleiðis hevur lendið altíð sæð út.

 

Lítið ella einki sæst til tann grevstur, sum einaferð var, og lítið sæst til, at her er grivið, sprongt og planerað, og at nógv tons av gróti eru flutt higar og hagar.

 

Tað eru fleiri veitarar, sum fáast við jørð-og lendisarbeiðið, og ein av teimum stóru er entreprenørfyritøkan, RTS Contractors, sum húsast við Fjøruvegin í Runavík. RTS varð stovnað í 1997 av brøðrunum, Andriasi og Svend Lamhauge. Í byrjanini vóru teir bert tveir, sum meginpartin av tíðini arbeiddu í nærumhvørvinum við grevstri og planering.

 

Sum tíðin leið, vaks fyritøkan, og síðan 2007 hava teir, umframt at arbeiða í Føroyum, eisini arbeitt í Grønlandi. Í dag telur fyritøkan stívliga 30 mans. 

 

Fyri einum ári síðan broyttust eigaraviðurskiftini í RTS Contractors, tá brøðurnir, sum løgdu lunnar undir fyritøkuna, seldu 80 prosent av virkseminum til MT Højgaard International.

Hóast eigaraviðurskiftini broyttust, og RTS nú gjørdist partur av altjóða lendisarbeiðstøkuni hjá MT Højgaard, verður felagið kortini rikið sum áður.

 

Stjóri er framvegis, Andrias Lamhauge.

 

- Okkara virksemi er enn sum áður alt innan jørð-og lendisarbeiði av øllum handa slag, og vit arbeiða bæði sum heildarveitarar og undirveitarar innan okkara øki. Vit byggja havnaløg, bátahyljar, grótkøst, útstykkingar, grundstykki og vegir, og vit taka okkum eisini av maskinflutningi.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er tema um byggivinnu, og her eru fleiri forvitnisligar greinar um veitarar av eitt nú sethúsaloysnum, íbúðarloysnum, og her eru samrøður við fleiri ymiskar partar við tilknýti til byggivinnu, orkuloysnir og fíggingarleistir.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Hetta er ein av uppgávunum, sum RTS Contractors loysti fyri nøkrum árum síðan. RTS loysir bæði stórar og smáar jørð-og lendisuppgávur kring alt landið.

Brøðurnir, Andrias og Svend Lamhauge, sum byrjaðu RTS Contractors í 1997.