Teir hátíðarhildu stovningardag í nýggjum búnum

Tað 36 ár, síðan Skálafjarðar Sløkkilið varð stovnað, men tað eru 35 ár síðan, at felagið keypti sær útgerð og setti fyrstu sløkkiliðsmenninar. Nú hava allir teir 44 sløkkiliðsmenninir í økinum eisini fingið nýggjar búnar til umboðan

SLØKKILIÐ

Leygarmorgunin var Sosialurin við, tá Skálafjarðar Sløkkilið bjóðaði kaffi, rundstykkir og wienarbreyð á Brandstøðini í Runavík.
Tað var her, at dagurin byrjaði, sum seinni um kvøldið endaði við veitslu fyri umleið 100 fólkum á Sjókaféini við Fjøruvegin í Runavík.
Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at dagurin varð markeraður, tí 35 ár nú eru liðin, síðan teir fyrstu sløkkiliðsmenninir vórðu knýttir at felagnum, sum annars er stovnað í 1974.
Hann sigur, at hóast felagið varð stovnað fyri 36 árum síðan, eru nú 35 ár liðin, síðan felagið keypti sær útgerð, og fyrstu sløkkiliðsmenninir vórðu valdir og gjørdust knýttir at felagnum.
Og sigast kann ikki annað enn, at nógvir av hesum monnum hava verið ógvuliga trúfastir, tí á veitsluni á Sjókaféini leygarkvøldið vórðu ikki færri enn átta mans heiðraðir fyri 35 ára trúgva tænastu hjá sløkkiliðnum.
Maðurin, sum varð heiðraður fyri 25 ára tænastu, var sjálvur sløkkiliðsleiðarin, Sunleiv Højgaard, sum soleiðis hevur verið partur av hesum virksemi eina fjórðingsøld.
Sosialurin fer at venda aftur til sjálva heiðranina í einum øðrum blaði í hesi vikuni.

Nýggjar búnar
Sunleiv Højgaard sigur, at 42 av 44 sløkkiliðsmonnum vóru til steðar leygarmorgunin. Bert tveir kundu ikki møta, ein eykamaður og ein sløkkiliðsmaður, sum var staddur uttanlands.
Á Skála og Strondum eru tilsamans 15 mans, og 15 mans eru eisini á Toftum og í Runavíkarøkinum. Seks eru í Oyndarfirði, fimm í Funningsfirði og Elduvík – og tríggir mans eru í Funningi.
- Samanhaldið millum sløkkiliðsmenninar í økinum hevur verið ógvuliga gott, og vit hava eisini gjørt eitt sindur meiri burturúr hesi seinnu árini, sigur Sunleiv, sum hevur verið sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði í eini 10 ár – og í fulltíðarstarvi síðan ár 2007.
Hann vísir á, at allir sløkkiliðsmenninir hjá Skálafjarðar Sløkkiliði eisini hava fingið búnar, sum menninir kunnu nýta, tá teir umboða sløkkiliðið.
- Vit hava ymiskar uppgávur, og ein av hesum er, tá altjóða fótbóltsdystir verða leiktir í økinum. Bæði FIFA og EUFA hava krøv um, at sløkkiliðsfólk eru partur av trygdarmanningini, og tí hava vit altíð eitt lið við, tá slíkir dystir verða leiktir.
Sunleiv sigur, at sløkkiliðsfólk eisini hava aðrar umboðandi
uppgávur, og menn hava saknað ein felagsbúnað í slíkum føri.
- Hetta er soleiðis ikki ein búni, sum menn eru í, tá teir fara út til sløkkiliðsuppgávur, men ein búni, teir eru í, tá teir umboða Skálafjarðar Sløkkilið í øðrum sambandi, leggur hann aftrat.
Sunleiv Højgaard sigur, at eingin kvinna hevur verið knýtt at sløkkiliðnum á Skálafirði, men onkur roynd hevur verið gjørt at fáa kvinnur upp í liðið.
- Eg veit, at onkur kvinna hevur verið við á øðrum sløkkiliðum, og eg veit eisini, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær vit hava tær fyrstu kvinnurnar við á okkara liði, sigur hann.

Góð veitsla
Sløkkiliðsleiðarin sigur, at teir høvdu eina góða veitslu á Sjókaféini, har eini 100 fólk tilsamans vóru við.
- Umframt sløkkiliðið, høvdu vit eisini bjóðað sløkkiliðsfólki úr grannabygdum við, borgarstjórum í teimum trimum kommununum, sum varða av Skálafjarðar Sløkkiliði, umboðum fyri brunanevndir, Brunaumsjón Landsins og umboðum fyri Alarmsentralin.
Sunleif Højgaard sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið hevur ein trivnaðarbólk við trimum limum, og tað var hesin, sum í høvuðsheitum fyriskipaði veitsluna.