Teir klassisku og altíð grønu í Martin Joensen savninum

Tónleikaumrøða: Martin Joensen, orða ? og tónasmiður, hevur savnað mangar av sínum kendastu, vakrastu og bestu sangum á eina savnsfløgu. Sangir, vit øll kenna, og kunnu syngja við og kanska eisini nikka samtykkjandi. Tí bæði løg og orð fara innum og gera vart við seg, tá ein leggur Áraløg í fløguspælaran

Listamaðurin Martin Joensen hevur síðstu 20 ? 30 árini gjørt vart við seg. Serliga er tað sum tónlistamann vit kenna hann, men Martin er fjølltáttað listafólk, og umframt at smíða orð og løg, so er hann eisini myndlistamaður og hevur í mong ár havt egið grafiskt virki. Soleiðis hevur hann oftast fylgt útgivnum verkum allan vegin og hevur eisini átt kápu og kápumyndir. Soleiðis er eisni, nú Martin hevur savnað saman sangir, honum dámar væl, og givið út undir heitinum Áraløg.
                      Flestu av sangunum kenna vit væl, men ikki eru teir áður komnir á fløgu. Teir eru nú fløgutøkir.Umframt eru eru nakrar nýinnspælingar.
                     
Vestmenningur og Kræklingur
Martin Joensen byrjaði tíðliga at gera vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Í heimbygdini Vestmanna leikti hann við Fox og øðrum. Hann skrivaði lagið, sum stendur sum stinnasti varðin yvir rockin í sjeytiárunujm, nevniliga Svarti Ravnur, sum Kræklingar spældu inn í 1976.
                      Staddur niðri í Danmark í lestrarørindum eftir hetta, er Martin óivað komin í mangt gott tónleikalag, tí heimkomin er hann ein av trimum oddamonnum í bólkinum Vestmenn. Niels Olsen og Ólavur Højgaard eru við, umframt  hjálp frá nógvum góðum kreftum, mangar við rót í Vestmanna, t.d. Jóhannus á Rógvu Joensen og Rúna á Heygum. Seinni koma eisini brøður hjá Niels uppí bólkin, sum gjørdist ein hin best umtókti í áttatiárunum og frameftir. Kanska er hann tað enn, um enn bólkurin ikki er so virkin nú. Bólkurin gav út nakrar plátur og fyri ikki so mongum árum síðani kom eisini ein fløga.
 
Fløgutøkir
                      Martin fekk eisini stundir at fáast við annað enn Vestmenn. Hann gav í 1985 út egið kassettuband, Morgun. Heitislagið nýtist ikki nakra longri frágreiðing. Hvørt mansbarn kennir lagið. Martin gjørdi sangleikin Skuggagestir og hann gav eisini út bandið Blátt í støðum (1993).
                      Martin hevur verið virkin og hevur eisini verið á onkrari savnsfløgu í samband við kappingar og tiltøk, á nýggju fløguni er eitt úrslit við, nevniliga Tilukku frá mær.
                      Nýggju innspælingarnar eru serliga úr Skuggagestum, men annars eru Áraløgini úr fleiri útgávum millum ár og dag. Og nógvar eru at velja í.
                      Hetta er kærkomið savn, tí Martin Joensen er virkin tónleikari, sum hevur givið okkum nøkur av best dámdu og vakrastu løgum seinnu árini. Hetta sæst eisini aftur, um vit t.d. hyggja í Grønu Bók, har hann er væl umboðaður.
                      Við nýggju savnsfløguni eru fleiri av teim altíð grønu hjá Martini eisini vorðnir fløgutøkir. Her er eitt tyssi av nøkrum av bestu sangblómum seinnu mongu árini. Martin dugir bæði dygdina í løgum og orðum og orðini fara innum og gera vart við seg.
                      Martin hevur, saman við Árna Joensen, spælt nýggji innspælingarnar inn, men annars eru løgini tikin av undanfarnum útgávum, har talan eisini er um dygdargóðar tónleikarar, sum vit kenna frá so mangari útgávu.
                      Tey 17 løgini byrja við Morgun og enda við Um songartíð. Og tað er hóskandi, tí her eru áraløg til ein róður kring allan sólarringin. Og vert er at leggja fløguna á og leggja sær í geyma lagið: Lat meg goyma teg.