Í mai eru tvey ár liðin, síðan ákæruvaldið legði hald á russiska trolaran Ros fyri ólógligan fiskiskap, og síðan hevur Ros ligið við bryggju í Kollafirði.
Ta fyrstu tíðina var øll manningin umbor, men sum frá leið, fór meginparturin av manningini heim, og bara tríggir menn vóru eftir. Teir hava livað av náði frá felagsskapinum Hjálpini.
Í seinastuni hava bara verið tveir menn eftir, og nú mistu teir tolið.
Mánadagin læstu teir fyri seinastu ferð Ros, góvu Árna Dam, umboðsmanni lyklarnar og fóru so umborð á skipið Atlantic Lady, ið játtaði teimum fart heim til Russlands.
Eftir í Kollafirði liggur Ros nú mannleysur.
Hesi bæði árini hevur fútin rinda havnagjald fyri Ros, og fútaembætið vildi helst fingið skipið selt, men enn er einki nýtt at frætta um nakra sølu, sigur Finn Ougaard, varafúti.
Fund við reiðarafelagið
Í seinastu viku vóru Árni Dam og Karl Erik Reymheim bodnir til Murmansk at hátíðarhaldið hjá stóra reiðarafelagnum, sum umboðar um 100 feløg á sjógvi og landi.
Teir nýttu tá høvi at hava ein fund við Nikitin, stjora í tí felagnm og við Kazatlin, stjóra í felagnum, sum keypti Norðborg.
Fundurin endaði við, at teir báðir játtaðu at fara at kanna hjá fíggjarstovnunum, hvat gerast kann við Ros.
Árni Dam sigur, at teir fingu at vita, at í Kirkenes í Noregi hava leingi ligið tveir russiskir trolarar, sum norska ákæruvaldið legði hald á. Teir trolararnir vóru í sama standi sum Ros, og endin var, at teir vórðu seldir sum gamalt jarn fyri vánaligan prís.
Annars hava reiðaríini, hvørs skip fiska í russiskum sjógvi boðið sær til at hjálpa til við at fáa Ros úr Føroyum. Reiðaríini eru P/F Enniberg, P/F Vesturvón og JFK Trol.
Reiðararnir boðaðu ákæruvaldinum frá, at tey trý reiðaríini vóru til reiðar at býta sínamillum útreislurnar av at gera Ros siglingarkláran, tí ein áhugaður keypari var í Litava.
- Men vit hava einki frætt aftur, sigur Mortan Johannesen.
randi@sosialurin.fo