Teir átta risarnir

Neyvan hevur kappingin, Atlantic Gian, nakrantíð verið so hørð, sum hon er í ár. Allir átta luttkararnir hava verið finalistar í kappingini um at gerast heimsins sterkasti, og millum luttakararnar eru tveir av vinnarunum seinastu trý árini.

Átta mans fara aftur í ár at kappast um at gerast Atlantic Giant, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at feltið ongantíð hevur veirð so sterkt áður.

Allir átta luttakararnir hava verið finalistar í kappingini um at gerast heimsins sterkasti, so lætt verður tað ongan hátt hjá einum komandi vinnara.

Niðanfyri hava vit, við hjálp frá Regini Vágadal, gjørt eina lítla lýsing av einstøku luttakarunum.


Tórfi Ólafson, Ísland

35 ára gamli íslendingurin, sum dagliga arbeiðir við menningartarnaðum børnum, er giftur og hevur fýra børn.

Seinastu árini hevur hann javnan luttikið í kappingum fyri sterkar menn, og tvær ferðir er hann komin í finaluna í kappingini um at gerast heimsins sterkasti.

Sum áskoðararnir helst minnast frá kappingini í fjør, so er Torfí ein sannur meistari í at fáa áskoðarafjøldina við sær, tá kappast verður. Hann ger snøgt sagt kappingina til eitt show.

Kappingargreinin, sum hann avgjørt stendur seg best í, er tá barst verður við viðarbulum, men hendan kappingin er ikki við í Atlantic Giant í ár.


Rene Minkwitz, Danmark

Eftir at Flemming Rasmussen nú roynir seg hjá øðrum sambandi í kappingum fyri sterkar menn, er tað nú serliga Rene Minkwitz, sum umboðar Danmark í hesum sambandi.

31 ára gamli danin telist við sínum 190 sentimetrum og 150 kiloum millum teir stóru menninar í kappingini. Stødd hansara ger eisini, at hann ikki er millum fimastu luttakararnar, men harafturímóti er hann ógvuliga drúgvur til aðrar lutir.

Sambært Regini er tað serliga tá lyftast skal upp um høvd, og tá ting skulu togast, at Rene stendur seg væl.

Umframt at hann í fjør vann kappingina um at gerast heimsins sterkasti, taldist Rene millum finalistarnar, tá kappingin um at gerast heimsins sterkasta varð hildin fyri knøppum mánaði síðani.


Hubert Dorer, Eysturríki

Við sínum 34 árum telist Hubert Dorer ikki millum teir mest royndu luttakararnar í kappingini. Einki er tó at taka seg aftur í, at talan her um ein mann, sum fer at gera rættuliga nógv um seg í styrkiskappingum komandi árini.

Áðrenn hann fór upp í kappingar av hesum slag, varð hann heimsmeistari í styrkislyfting, og eitt nú megnaði hann í fjør at vinna seg fram til finaulumfarið í kappingini um at gerast heimsins sterakasti.

Við fortíð sínari úr styrkislyfting undrar tað ikki, at sterkasta síða hansara er. tá lutir skulu lyftast og haldast, so sum í eitt nú deadlift, har roknast kann við, at hann fer at teljast millum fremstu íðkararnar.


Janne Virtanen, Finnland

Skal nakar favorittur takast fram um, tá mett verður um ymsu luttakararnar, er einki at ivast í, at hesin verður Janne Virtanen. Eftir at hann í fjør gjørdist nummar tvey í kappingini um at gerast heimsins sterkasti, eydnaðist tað honum í Suðurafrika at vinna heitið, og sjálvsagt fer hann eisini eftir sigrinum í hesi kapping.

Finnar hava eina stolta siðvenju í hesum kappingum, og millum annað var vinnarin í fjør eisini finni.

Sterku síðurnar hjá heimsins sterkasta manni eru sjálvsagt fleiri, men serliga eru tað kappingargreinarnar, sum snúgva seg um úthaldni, sum Janne er drúgvur í. Nakað sum ivaleyst kemur honum til góðar, tá seinna kappingin í dead-lift verður.

Harumframt hevur hann so at siga ongar veikar síður, og megnar tí nærum altíð at halda sær í ovara enda av stigatalvuni.


Bob Dickson, Ongland

Hóast hann ikki er nakar lítil maður, so er bretin minstur av risunum, sum fara at kappast í morgin.

Bob taldist millum teirra, sum vann sær veg fram til finaluumfarið í Suðurafrika, men orsakað av skaða, fekk hann ikki gjøgnumført kappingina. Regin veit tí ikki so nógv at siga um hendan luttakaran, og hvørjar hansara sterku og veiku síður eru.

Hann er ikki so kendur á heimspallinum, men hevur í fleiri ár luttikið í kappingum í Onglandi, og ber hann eisini heitið, sum sterkasti maðurin har.


Lasló Fekete, Ungarn

42 ára gamli ungarin er stóri veteranurin í kappingini, og hóast úrslit hansara hava verið misjøvn gjøgnum árini, sohevur hann altíð havt fjøldina aftan fyri seg. Lasló er nevnliga kendur fyri at flenna hart, meðan hann kappast við hinar luttakararnar.

Hóast hann seinnu árini er líkasum yvirhálaður av yngru kappingarneytum, so er hann framvegis sera virkin innan ítrótt sína, og hann kann eisini líta aftur á tríggjar finalusessir í kappingini um at gerast heimsins sterkasti.

Áðrenn hann fór at kappast í styrki, var Lasló ein kendur hondbóltsleikari í heimlandi sínum, og helst er tað frá hesum, at hann eisini er sera sterkur, tá lutir skulu tveitast.


Magnus Samuelson, Svøríki

30 ára gamli sviin varð fyrsti maðurin, sum slapp at rópa seg Atlantic Giant. Hetta var í 1998, tá hann gjørdist ein sannførandi vinnari av fyrstu kappingini.

Sama ár vann hann, sum fyrsti sviin nakrantíð, kappingina um at gerast heimsins sterkasti, og umframt hetta hevur hann eisini vunnið fleiri aðrar kappingar, og hevur millum annað verið sterkasti maður í Svøríki fleiri ár á rað.

Dagliga starvast Magnus sum bóndi á egna garði sínum í svøríki, so nakað av venjing fær hann eisini í gerandisdegi sínum.

Hann er sera góður í kappingargreinum, sum krevja ferð, fimi og teknik, og Umframt at hava verið heimsins sterkasti maður, hevur Magnus eisini verið europameistari í sjómanstaki.


Regin Vágadal, Føroyar

6,1/287

Tann luttakarin, sum stendur ovast á plakatini, men sum vit her hava sett seinast, er føroyski risin, Regin Vágadal. At vit hava sett hann niðast í hesum yvirlitinum merkir tó ikki, at vit á nakran hátt rokna við, at hann fer at enda aftastur av luttakarunum. Tvørturímóti er vónin sjálvsagt, at Regin fer at standa seg eins væl, ella kanska betri, enn hann gjørdi í fjør, tá talan varð um silvurpláss.

Tá kappast varð á fyrsta sinni um at gerast Føroya sterkasti maður, í 1995, eydnaðist tað Regini at vinna kappingina. Ein partur av vinninginum var luttøka í líknandi kapping uttanlands, og hóast mong høvdu hug at smílast til hetta, so tók Regin øll á bóli, tá hann gjørdist nr. 2 í eini kapping í Skotlandi.

Ikki bara her heima varð lagt til merkis, hvussu væl Regin stóð seg, og hann varð eisini boðin við til at kappast um at gerast heimsins sterkasti. Aftur her gekk alt upp á stás, og í fyrstu roynd sínari eydnaðist føroyska risanum at vinna seg fram til finaluumfarið.

Umframt at hann síðani hetta hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, hevur Regin aftur í ár megnað at vunnið seg fram til finaluumfarið, men eins og 1996 mátti hann hálvskaddur taka til takkar við einum plássi aftarliga í røðini.

Treiskni hansara hevur tó altíð verið stórt, og báðu ferðirnar hevur hann tó megnað at fullført kappingina, hóast skaðin av røttum átti at viðført, at hann gavst í kappingini.

Regin er vanliga sera sterkur í teimum styrkisroyndum, sum krevja skjótleika, og í so máta hóskar kappingin um at gerast Atlantsrisin rættuliga væl til Regin. Um hetta er nóg mikið til at tryggja honum fremsta plássið fæst so at vita leygardagin, men einki er at ivast í, at stuðulin frá áskoðarunum verður sera dyggur.


Er væl fyri

Sjálvur sigur Regin undan kappingini, at hann er sera væl fyri í løtuni. Einki er at siga til, at tað er við stórum spenningi, at hann riggar seg til kappingina í heimlandinum, og hann hevur so ongar ætlanir um at svíkja vónríku áskoðarafjøldina, sum vil hava hann upp á ovastu rók.

Um skaðan, sum hann fekk í økslina í kappingini í Suðurafrika, sigur Regin, at hann framvegis er har, men at hetta tó ikki sær út til at bila:

- Eg vandi nakað í gjár (fyrradagin blðm.), og tá sá tað út til, at skaðin ikki fór at gera um seg, so eg rokni við, at tað fer at ganga.

Annars heldur hann um sjálva kappingina, at hon hóskar sera væl til sín:

Standi eg meg væl áðrenn vit fara út á Skansan til seinastu kappingarnar, rokni eg við, at eg havi ein sera góðan møguleika at gera meg galdandi. Allar fýra kappingargreinarnar á Skansanum eru greinar, sum eg vanliga standi meg væl í, og millum annað havi eg vant sera nógv Wheel-Flip, sum eg annars ikki havi verið so góður til.

- Fyrsta árið varð eg nummar 6, í fjør nummar 2, so í ár skal tað verða eitt fyrsta pláss, sigur ein spentur Regin Vágadal at enda.

So er bara hjá áskoðarunum at gera sítt til, at Regin kann røkka ovastu tindunum leygardagin. Fyrimunurin av heimavølli eigur at koma til sjóndar, og tað hevur áður verið sjónligt, at hetta kann hjálpa til, so føroyski risin fær givið seg tað allarseinasta pettið, tá kappast verður.