Ein av teimum trimum strikuspælarunum í 16 mannahópinum verður ikki við, tá ið Týskland og Føroyar nú fara at spæla tann fyrra av dystunum um atgongumerki at vera við í HM endaspælinum, sum í januar verður í Póllandi og Svøríki.
Tað er Teis Horn Rasmussen, sum nú umboðar TM Tønder, sum ikki er tøkur, tí hann er skaddur.
Harvið eru tað bara tveir strikuspælarar á føroyska liðnum – Helgi Hildarson Hoydal og Rókur Akralíð.
Føroyska manningin er henda:
Elias | Ellefsen á Skipagøtu | IK Sävehof | 19.05.02 | 3 | 18 |
Hákun | West av Teigum | Skanderborg | 19.02.02 | 9 | 29 |
Helgi | Hildarson Hoydal | Viking Stavanger | 01.05.96 | 23 | 33 |
Jónas | Gunnarsson Djurhuus | Viking Stavanger | 08.09.96 | 25 | 74 |
Kjartan | Johansen | Önnereds HK | 17.04.96 | 24 | 60 |
Leivur | Mortensen | Odder HK | 25.03.99 | 5 | 3 |
Nicholas | Satchwell | KA | 23.07.91 | 22 | 0 |
Nicklas | Selvig | KÍF | 15.06.92 | 18 | 48 |
Pauli | Jacobsen | H71 | 11.07.02 | 3 | 0 |
Pauli | Mittún | H71 | 30.05.02 | 3 | 3 |
Peter | Krogh | H71 | 20.07.90 | 30 | 121 |
Rói | Berg Hansen | HØJ | 11.04.96 | 21 | 46 |
Rókur | Akralíð | HC Odense | 06.02.87 | 44 | 61 |
Teis | Horn Rasmussen | TM Tønder | 31.03.96 | 12 | 10 |
Tróndur | Mikkelsen | Viking Stavanger | 01.07.00 | 7 | 16 |
Vilhelm | Poulsen | Fram | 20.08.99 | 15 | 16 |